- Í gjár uml. kl. 13:30 varð ein ung kvinna álopin í Klaksvík av tveimum unglingum, skrivar mamman á Facebook, sum ikki vil vera nevnd.
Unga kvinnan var álopin, meðan hon bíðaði eftir bussinum.
Talan var um tveir ungar dreingir á súkklu, har annar sparkaði hana í búkin og hin steinaði, skrivar mamman.
Mamman biður eisini um hjálp, um onkur hevur sæð tilburðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo