Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Aftur í ár sleppa ungdómar í Tórshavnar kommunu at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Tey ungu leggja til brots hósdagin 28. juni, og seinasti arbeiðsdagur verður mikudagin 25. juli 2018.

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er 8 tímar frá kl. 8 til 16 fimm dagar um vikuna.

Tilmeldingin fer fram http://storv.torshavn.fo/scripts/omnisapi.htmlHER frá fríggjadagin 25. mai kl. 10. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 8. juni kl.12.

Síðani verður kunnað á netsíðuni, hvør hevur fingið arbeiði. Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði.

Í løtuni verður eisini søkt eftir bólkaleiðarum, ið leiða arbeiðið saman við samskiparanum. Bólkaleiðararnir eru vanliga millum 25-35 ár. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Viðbót verður latin bólkaleiðarum, sum eisini skráseta seg í slóðini omanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo