Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skúlablaðið: Nógv er gott, men tað er eisini nógv, sum ikki er nóg gott við matarskipanini hjá okkum – frá framleiðslu, flutningi, umsetningi og nýtslu – heldur Eva Falch, granskari við Institutt for bioteknologi og matvitenskap á NTNU í Noregi.

Granskarar við NTNU, Sintef og Høgskolen á Vesturlandinum hava í samstarvi roynt at fáa eina mynd av, hvønn hugburð fólk hava til mat, burðardygd, nýggjan mat og tilsetning, tað vil siga tað, sum verður latið í mat fyri at fáa hann at halda longri og fyri at geva ávísan smakk.

40 fólk í aldrinum 20-55 tóku lut í kanningini.

Hvussu brúkarin hugsar og ber seg at
Samrøðurnar frá kortleggingini vísa, at fólk ganga meiri og meiri upp í burðardygd. Eva Falch sigur, at vit vita frá fyrr, at kvinnur eru meiri tilvitaðar enn menn um sunnan mat.

– Tey, sum ganga mest upp í burðardygd og djóravælferð, er tað unga ættarliðið. Tey ungu eru meiri opin fyri nýhugsan og nýggjum matvørum, og tey siga, at tey hava stóran vilja at broyta matvanar.

– Vit royna at fáa betri innlit í, hvussu brúkarin hugsar og ber seg at, til dømis er tað lætt at fáa brúkaran at keypa eina vøru eina ferð. Avbjóðingin er at fáa hann at keypa vøruna aftur og broyta vanar. Tí mugu vit skilja brúkararnar betur, sigur hon.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo