Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ung fyri Miðflokkin vilja við hesum skrivið gera til sjóndar, at vit eru sera vónbrotin av, at málið um sammóðurskap varð samtykt í Løgtinginum í dag.

Serliga eru vit vónbrotin um, at fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum vísa illoyalitet og venda bakið til avtalurnar hjá samgonguni. Veljarin verður enn einaferð mintur á, at hann bert kann hava álit á Miðflokkinum, tá tað kemur til at verja kristin virðismál.

Løgmaður hevur frá byrjan meldað greitt út, at hann ikki vildi góðtaka, at mál vórðu samtykt uttanum samgonguna. Hann hevur tó sjálvur ofta róð í egna sjógv, tá tað kemur til handfaringina av korona.

Løgmaður gav í dag sínum tingbólki boð um, at tað stóð teimum frítt at bróta sínar avtalur, ið tey høvdu skrivað undir uppá í samgonguskjalinum. Slíkur atburður hóskar seg als ikki hjá einum samgonguleiðara, og hetta ger, at Ung fyri Miðflokkin setur álvarslig spurnartekin við, um Bárður á Steig Nielsen eigur at halda áfram sum løgmaður.

Miðflokkurin stendur nú við tí veruleikanum, at málið um sammóður er samtykt. Tað var onki, ið Miðflokkurin kundi gera fyri at forða hesum. So tann politiski veruleikin gongur víðari. Nú má flokkurin hyggja uppá, um hann kann hava álit á sínir samstarvsfelagar.

Tað eru enn nógv mál, ið Miðflokkurin ynskir at fáa avgreitt. Vit eru sannførd um, at samgongan hevur eina skyldu yvirfyri sínum veljarum at royna at áhaldandi gjøgnumføra politikk, ið hevur ágóðan fyri okkara land.

Ung fyri Miðflokkin vil tí eggja samgongupartarnar um at koma saman og gera eina roynd at skipa samgonguna av nýggjum og hyggja frameftir. Men um tað ikki er gjørligt, so er einasta loysn at útskriva nýval.

Aksel Kambsskarð Berg
Formaður
Ung fyri Miðflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo