Martin Joensen hevur yrkt ein sera vakran sang, sum eitur “Kanska í dag.”
Har er eitt ørindi, sum ljóðar:
Alt er so kvirt í dag,
– valla eitt ljóð.
Hómast sum skuggar fólk,
kámast so burt.
Hetta vakra ørindið fær meg at hugsa um Føroyar og framtíðina. Og tá er tað ikki ein vøkur mynd - men ein døpur.
Tí vit hava í dag eina dynamiska arbeiðsmegi, sum ger sítt ítasta bæði á sjógvi og landi, burturi í londum sum heima. Men nú bendir alt á, at dynamikkurin fer at hvørva. Flytføra arbeiðsmegin er farin at pakka saman, og tá verður landið bæði veikari og fátækari.
Fíggjarmálaráðið hevur nevniliga gjørt eina skattaumlegging, har tey hava tikið frá nøkrum og givið øðrum.
Eisini teimum, sum ikki hava nakað eyka fyri neyðini.
Landsstýrið vildi fáa meira í landskassan, og fyri at náa málinum fóru tey eftir føroysku sjómonnunum og teimum, sum sigla ella arbeiða burturi í heimi.
Tað er torskilt, sigst, at seta seg inn í ymsu skipanirnar, sum føroyska arbeiðsmegin virkar undir. Men lesa tit hesar reglurnar, ja, so hava tit gjørt meira fyri at seta tykkum inn í, hvussu ymsu skipanirnar virka, enn samlaða politiska skipanin.
Trupulleikin er, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki sett seg inn í, hvussu ymsu skipanirnar eru. Vit hava jú bæði DIS, DAS, FS, FAS, NIS, NOR, teir, sum sigla undir altjóða sáttmálum og so tey, sum starvast á landi í øðrum londum. Har er talan um jarðarmøður, elektrikkarar, maskinsmiðir, kt-fólk, byggiteknikkarar o.s.fr.
DIS
Umsitingin í Fíggjarmálaráðnum hevur sagt Ruth Vang, at til ber at fara eftir øllum, sum arbeiða uttanlands, uttan tey undir DIS og FAS.
Taka vit fyrst DIS, so ber ikki til at fara eftir teimum. Tá ið skipanin var stovnað millum Føroyar og Danmark, var vatntætt skott sett ímillum. Hýran er nevniliga nettoløn, so har kunnu føroyskir myndugleikar ikki pilka við skattin. Tá ið Atli Dam gjørdi avtaluna um DIS við danir, fekk hann eina greiða avtalu um, at tað, sum annars hevði svarað til skattin, skuldi leggjast omaná blokkin, so føroyska samfelagið einki skuldi missa.
Fyrsti trupulleikin har er, at danska skattaendurrindanin fór í stórapott og endaði - har meginparturin av blokkinum endar – í Havn. Næsti trupulleikin er, at nú tey skerja blokkin, eru øgilig níst, tí pengar mangla í. Tá ið eg segði hetta við Hoydal, svaraði hann, at hann er greiður yvir hetta, men hann helt, at pengarnir skulu finnast her heima. Og tað er eitt erligt sjónarmið. Tað sær bara út til, at tað verða sjómenninir, sum nú skulu kompensera fyri vantandi blokkpengarnar. Og tað veit eg ikki, um Høgni Hoydal hevði ímyndað sær.
FAS:
Tey kunnu ikki fara eftir FAS, tí FAS, sambært Fíggjarmálaráðnum, er serliga flytfør arbeiðsmegi. At Ruth Vang trýr hesum, tænir argumentasjónini hjá umsitingini til mikið rós, tí størri vrøvl havi eg ikki hoyrt, síðan Putin segði, at russar lupu ikki á Ukreina.
Orsøkin til, at tey ikki fara eftir FAS, er nokk heldur tann, at skipini hjá Bakkafrost eru skrásett í FAS.
Veruleikin er, at vit hava tvær skipanir í Føroyum fyri skip. FAS, sum er Føroya Altjóða Skipaskráseting, og so FS, Føroya Skipaskráseting. Vit kunnu helst øll semjast um, at sigling av Gulanum inn á Skálafjørðin er ikki altjóða sigling, og tí áttu skipini hjá Bakkafrost at verið í FS og latið landskassanum skatt.
Men Fíggjarmálaráðið hevur toygt og tambað reglurnar, spælt Nelson og sett kikaran fyri blinda eygað og latið Bakkafrost fáa landskassans pengar – fyri síðan at fara eftir hinum sjómonnunum í staðin.
Sambært Norðurlendsku skattaavtaluni skulu føroyskir fiskimenn uttanlands rinda allan skattin í Føroyum, men tað er ikki nokk. Nú siga føroyskir myndugleikar, at fiskimenn skulu gjalda meira, enn teir longu gera.
Úrslitið verður, at ungir mans flyta bústað, tí tað loysir seg betri fíggjarliga. Fleiri eru longu farnir.
Føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum skulu eisini roytast enn meira. Úrslitið av tí síggja vit, nú ungir menn við føroyskum frystilínuskipum flyta til Danmarkar, har teir hava millum 12 og 15.000 meira eftir um mánaðin. Áðrenn rindaðu teir skatt her og fingu sjómannafrádrátt. Teir rindaðu meira í skatti og avgjøldum, enn fiskimenninir í øllum hinum Norðurlondunum. Kortini vóru teir her og rindaðu skattin her. Men nú er kavabólturin farin á rull, og hann verður bæði ringur og dýrur at steðga. Tí nú eru útlit fyri, at teir við langfaratrolarum og uppisjóvarskipum fara at gera tað sama. Heldur enn at fáa meiri burturúr minka skattainntøkurnar hjá landskassanum munandi.
Eitt rós skal umsitingin í Fíggjarmálaráðnum tó fáa. Tey hava megnað at fáa tveir flokkar - sum siga seg vera ávikavist arbeiðaraflokkur og flokkur hjá verka- og fiskimonnum - at semjast um at lata verka- og fiskimenn fíggja skattalætta og lønarhækkan hjá akademikarum. Til lukku við tí.
Men fløvin av tí verður sannlíkt stokkutur, nú fiskimenn eru farnir at flyta. Teir síggja ikki logikkin í, at teir skulu rinda fyri at akademikarin skal fáa.
DAS
So koma vit til DAS, Dansk Almindeligt Skibsregister. Har hava nakrir føroyingar verið, men teir eru næstan allir burtur nú, tí teir skuldu gjalda sosial gjøld í bæði Danmark og her heima. Danir krevja gjøldini, tí donsku reglurnar siga, at sosial gjøld skulu rindast har, men Føroyar krevja eisini hesi somu sosialu gjøldini, hóast teir bara eiga rætt til útgjald úr einum kassa. Tað gevur onga meining, men har kom stórpolitikkur uppí: loysingarrørslan noktar at slaka fyri føroyska gjaldinum, og sambandsvongurin noktar at slaka fyri danska gjaldinum. Úrslitið er, at flestu føroyingarnir í DAS eru farnir í DIS ella NOR, og hagani kemur eingin skattur inn.
NIS og NOR
So koma vit til NIS og NOR. Norsk Internasjonalt Skipsregister og Norsk Ordinært Skipsregister. Har sigur norðurlendska skattaavtalan, at fólk, sum arbeiða innan oljuvinnu á havleiðini hjá einum norðurlandi, bert gjalda skattin í tí landinum. Fer oljuriggurin ella skipið á aðra havleið, sum ikki er norðurlendsk, so kunnu Føroyar fáa allan ella part av skattinum.
Tey, sum hava siglt uttanfyri norðurlendska havleið, hava havt nøkulunda tað sama eftir, sum tey, sum starvast á norðurlendskari havleið. Men við hesum uppskotinum fara tey nú at hava væl minni eftir. Úrslitið er líka greitt sum logiskt. Tey fara sjálvandi at flyta inn á norska ella danska havleið, og gjalda tí antin ongan skatt (DIS) ella bara skatt í Norra ella Danmark. Føroyar standa eftir við missinum.
Hesum hava vit ávarað ímóti, og svarið, vit fingu frá einum samgongutinglimi, sigur alt um tað nærlagnið og tað arbeiðið, sum er lagt í hetta uppskotið: «Vit vóna, at tað ikki verður so, sum tit siga» Vit vóna. Eg kann keypa mær ein lutaseðil, og vóna at vinna, men eg fari ikki at leggja mína fíggjarætlan eftir vónini at vinna hin stóra gekkin. Men - sambært hesum samgongitinglimi - so byggja tey eina heila skattaumlegging á vónina.
Og hendan vónin inniber, at tveir mans, sum hava sama starv, somu løn og arbeiða so nær hvør øðum, at teir síggja hvønnannan, hóast annar er á norskari og hin á bretskari havleið, frameftir fara at fáa sera ymiska hýru.
Annar væl meiri enn hin. Vónin er, at hann, sum fer at hava væl minni eftir, fer at lata sær hetta lynda og ikki skifta inn á norska ella danska havleið. Men hvør rættsiktaður gongur við til tað?
Úrslitið er, at øll eggini verða løgd í eina kurv. Verða norska og danska oljuvinnan fyri andróðri, fer tað at merkja nógvar arbeiðsleysar føroyingar, sum fara at hava ilt við at fáa onnur størv í bræði, tí eingir føroyingar tá verða í øðrum skipanum at lyfta landsmenn sínar inn um lúnningina.
Altjóða sáttmáli
So hava vit teir, sum starvast undir altjóða sáttmála. Teir hava fingið 120.000 kr í botnfrádrátti og so rindað 35% av restini. 120.000 ljóðar kanska nógv, men allir borgarar, sum gjalda skatt í Føroyum, fáa í roynd og veru tvinnar frádráttir.
Landið letur nevniliga 65.000 kr og kommunurnar 30.000 kr í botnfrádrátti. Hesar 95.000 krónurnar fáa øll. Øll - uttan tey, sum sigla undir altjóða sáttmála.
Við skattabroytingunum skulu tey nú niður á 48.000 í botnfrádrátti og so rinda 35% av restini, umframt øll sosial gjøld. Og orsøkin til, at júst hesi skulu knokkroytast so ógvusliga er, at “tey tjena so nógv”.
Eitt, einstakt reiðarí hevur sagt, at øll, sum sigla hjá teimum skulu hava tað sama eftir. Av tí, at polakkar, amerikanarar, bretar og filipinarar fáa sítt skattafrítt, hevur hetta reiðaríið av sínum eintingum hækkað lønina hjá føroyingunum so nógv, at teir hava tað sama eftir, sum starvsfelagarnir. Men úrslitið er eisini, at eingin føroyingur afturat sleppur inn har – vit eru for dýrir.
Øll hini reiðaríini geva sáttmálaløn, og tann inntøkan er ikki nær námind tí, sum ført hevur verið fram.
Men hvar gongur markið fyri at tjena nógv? Og hví verður bara ein bólkur tikin burturúr? Hví tekur man ikki ØLL, sum fara um eina ávísa løn? Tak til dømis løgtingsformannin, sum er best lønti almenni persónur. Hóast hann tjenar væl, beheldur hann sín botnfrádrátt. Sama er galdandi fyri læknar - ofta útlendskar - sum kunnu tjena omanfyri milliónina um mánaðin. Men nei. Vit taka bara teir, sum sigla. Úrslitið av hesum er, at teir rýma inn í DIS ella oljuvinnuna í onkrum norðurlandi. Og so fær landskassin einki.
Straffskattur
Lat meg at enda taka tey, sum starvast á landi í útlondum. Eg skal bara taka eitt dømi. Írland er ein sera skjótt vaksandi búskapur, og har starvast eisini føroyingar. Fyri tað fyrsta er írski skatturin lægri enn okkara, sosialu gjøldini eisini, men so kemur eitt aftrat. Írska ársuppgerðin fylgir ikki tí føroysku. Tað hevur við sær, at føroyingar, sum starvast í Írlandi fáa 4% í straffskatti her heima, tí teir ikki kunnu gjalda, fyrrenn írsku skattamyndugleikarnir eru lidnir við sína gjøgnumgongd.
At man ger okkurt, merkir ikki, at man ger tað rætta
Ímynda tær, at tekjan á einum húsum rívir í eini ódn. Okkurt má gerast, og konan í húsunum fer upp á takið í illveðrinum - í trygdarskóm, silkináttkjóla og við sleggju í hond. Har stendur hon so, í himmalsins ódnarveðri og brýtur holið á takinum størri. Víst ger hon okkurt, men hon ger ikki tað rætta. Hon ger bara trupulleikan verri. Og soleiðis er støðan við hesi skattaumleggingini.
Einki land í verðini hevur so langa søgu við flytførari arbeiðsmegi, sum Føroyar. Tað hevur altíð verið mett, sum ein styrki. Men ikki longur. Nú ljóðar tað meiri sum ein ábreiðsla.
Eitt, sum vit ofta hoyra, er, at vit skulu gevast at útbúgva fólk til onnur lond at fáa gleði av.
Hatta er eitt stuttskygt argument, oftast sagt av væl útbúnum fólki. Tí tørvurin broytist. Sjómenn búgva her, hava familju her, gjalda skatt her (veldst hvørji skipan teir virka undir).
Men taka vit tey, sum fara av landinum at lesa, kemur bara helvtin heim aftur (Hagstovan). So loysnin er ikki at senda enn fleiri fólk av landinum til at taka útbúgvingar. Serliga ikki útbúgvingar, okkum ikki tørvar. Tí tá hava vit í ólukkumát rindað fyri at gagna øðrum tjóðum. Og eg meini so við - tað er líka við at vit kunnu útflyta fíggar- og samfelagsfrøðingar, so nógvar sum vit eftirhondini hava av teimum.
Og tí er tað, at yrkingin hjá Martini Joensen rennur mær til hugs. Við hesum skattauppskotinum fara vit skjótt at verða sum Hetland. Nógv fámentari - og alt verður kvirt, meðan tey arbeiðsplássini í útlondum, sum hava gjørt tað liviligt her á landi, kámast burt. Og álvaratos. Hvør skal tá rinda lønina hjá øllum okkara fíggjar- og samfelagsfrøðingum?
Magni Skaale
Formaður í Antares
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo