Bygnaðarbroytingar eru nýliga framdar í Mentamálaráðnum, og Undirvísingarstýrið er nú skipað sum ein eind undir Mentamálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær burturav av rakstrarliga partinum av skúlaverkinum, og hetta hevur nú sjónligar broytingar við sær.
Mentamálaráðið flutti fyrst í juni úr Hoyvíksvegi 72 oman á Tinghúsveg 7. Undirvísingarstýrið er framvegis á Hoyvíksvegi 72, og Studni, ið er partur av Undirvísingarstýrinum, flytur inn fyrst í juli mánaða.
Undirvísingarstýrið hevur nú fingið egna heimasíðu: www.undirvising.fo, og verður heimasíða Mentamálaráðsins lagað til bygnaðarbroytingarnar.
Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum sigur, at heimasíðan fyrst og fremst vendir sær til teirra, ið Undirvísingarstýrið skal veita eina tænastu, eitt nú skúlaleiðslur, lærarar og onnur starvsfólk í skúlaverkinum, umframt at vera eitt sambindingarlið millum tey.
Tað er fyritøkan Qodio, ið hevur sniðgivið og ment heimasíðuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo