Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Landsverk: Ein undirveitari hjá donsku arkitektafyritøkuni BIG, sum hevur teknað og er heildarráðgevi í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, er farin av knóranum.

Enn ber ikki til at siga, um hetta fær nakra ávirkan á byggingina av Glasi, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2017.

Danska ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan, Lemming & Eriksson, ið er partur av stóru byggiverkætlanini við Marknagil, sum danska arkitektafyritøkan Bjarke Ingels Group, BIG, hevur teknað og er heildarráðgevi á, er farin á húsagang.

Hvørt hetta fær avleiðingar fyri sjálva byggingina ella ikki, er enn ikki heilt greitt. Lemming & Eriksson, ið gjørdi nógv umrødda roknifeilin í berandi kontruktiónini av skúladeplinum, er undirveitari hjá høvuðsráðgevanum, BIG, og tí er tað uppgávan hjá BIG at loysa møguligar trupulleikar, sum kunnu standast av, at áðurnevndi undirveitari ikki longur kann vera partur verkætlanini. 

Sum kunnugt er Glasir nýggi miðnámsskúlin í Havn, ið fer at avloysa Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla í høvuðsstaðnum.

Skúlin er nú komin upp í fulla hædd, og í løtuni verður dekk lagt yvir 6. hædd, sum er ovasta hæddin í bygninginum. Somuleiðis er gongd komin á arbeiðið við at gera fasadu.

Glasir skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo