Búskaparligt skil og varsemi hevur ongantíð givið atkvøður í Føroyum.
Vegurin til politiskt vald her á landi, liggur gjøgnum peninganýstlu, ábyrgdarloysi og oyðsl.
Tað var orsøkin til at Føroyar fóru á heysin í 1992. Men politiska ættarliðið í dag veit einki um 80ini.
Í hesum døgum verða atkvøður keyptar fyri vallyfti.
Ein tunnil uppá 23 km skal gerast til eina oyggj, har tað búgva 4700 fólk.
Møguligar fíggjarligar avleiðingar tosar eingin um.
Serkøn fólk meta, at kostnaðurin í besta føri verður 6 milliardir kr. umframt fíggjarkostnað.
Við verandi rentustøði kostar eitt fastrentað lán í byggitíðini minst eina milliard omaná byggikostnaðin.
Hartil kemur rentan í afturgjaldstíðini.
Skal tunnilin hava sama trygdarstøði sum norskir tunlar við tilsvarandi longd, verður kostnaðurin ikki niðanfyri 10 mia. kr.
Í 2019 læt Ryfylketunnelen í Noreg upp fyri almennari ferðslu.
Hetta er longsti undirsjóvartunnil í Noreg.
Tunnilin er umleið 9 km styttri enn ætlaði Suðuroyartunnilin.
Ryfylketunnelen knýtir oljubýin Stavanger við Solbakk og styttir munandi um leiðina til Telemark.
Í Stavanger búgva 150.000 fólk og umleið 10.000 bilar koyra dagliga gjøgnum Ryfylketunnelen.
Av tí at tunnilin er so langur er hann gjørdur sum dupultur tunnil við tveimum sporum í hvørjum tunli. Tvs fýra spor. Hetta er gjørt av trygdarávum. Tunnilin kostaði 11,6 milliardir kr.
Hvat ein Suðuroyartunnil kostar vita vit einki um, fyrr enn tilboðini verða latin upp.
Men greitt er, at lán skal upptakast fyri fleiri milliardir.
Eitt alment partafelag fær avgjørt einki lán uttan landskassaveðhald.
Men tað er ivasamt um nakar lánveitari vil læna 1½ fíggjarlóg til eitt alment føroyskt partafelag, hóast løgtingið borgar fyri láninum.
Lánveitarin fer óivað at krevja veðhald frá danska statinum og so má málið leggjast fyri fólkatingið.
Tá verður píniligt at vera føroyingur í Danmark.
Eysturoyartunnilin megnar ikki í dag at halda sínar lániskyldur hóast 5500 bilar dagliga koyra ígjøgnum tunnilin. Tí noyðist løgtingið sum kautionistur at leggja peningin út.
Tunnilin skyldar næstan tríggjar milliardir kr.
Talið av bilum sum fara at brúka ein Suðuroyartunnil verður neyvan meira enn 15% av ferðsluni í Eysturoyartunlinum.
Sjálvandi hevði ein tunnil til Suðuroyar verið ein stórur bati fyri oynna.
Men verkætlanin kann kollsigla føroyska búskapin.
Serliga um vit fáa eitt búskaparligt bakkast.
Fast samband til Suðuroyar kemur heldur ikki at flyta oynna.
Við føstum sambandi verður tað framvegis 80 km at koyra úr Vági til SMS.
Frøðingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo