Leygarkvøldið var árliga liðkappingin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag á skranni í Tølthøllini. Í liðkappingini er hvørt lið er mannað við trimum pørum, og bert eitt A-finalu par kann vera á hvørjum liði.
Kappingin
Kappast verður á tann hátt, at eitt par ríðir eitt einkult gongulag – veljast kann ímillum tølt, trav og lop. Eitt par ríðir T1, sum er eitt tøltprogramm, har spakuligt og skjótt tølt skal vísast eins og tølt við ferðøkingum. Og seinasta parið ríðir gæðingafimi, har ein seria skal vísast, sum varir í mesta lagið 4,5 minutt. Í hesi seriu skulu nøkur ávís ting vísast, so sum tølt, fet og versada/3spor til báðar síður.
Liðini
Seks lið høvdu meldað til. Hvørt lið skal hava eitt navn og hesi luttóku: Kaj, Kavaflykrurnar, Knútborg, Køstaflugurnar, Mumitrøllini og Símun og Co.
Mótasýning í steðginum
Fyrst vórðu kappingarnar í einkultum gonguløgum og T1 avgreiddar og síðani var steðgur, har ToppRoss skipaði fyri mótasýning – og tað var sjálvandi bæði til ross og reiðfólk. Fittligt at síggja væl snøggaðu rossini við flottari útgerð – saman við teirra eigarum – vísa fram.
Áskoðaravinaligt gæðingafimi
Eftir mótasýningina var gæðingafimi á skránni. Hetta er stuttligt at hyggja at og eitt sindur øðrvísi enn til gongulagskappingarnar, tí parið skal vísa bæði gonguløg og ymsar aðrar venjingar. Dømt verður eftir góðsku, mjúkleika og orku í gonguløgum og torleikastøði á seriuni.
Úrslit
Úrslitini frá øllum trimum kappingargreinunum verða síðani løgd saman – og samlaða úrslitið gjørdist:
Nr. 1: Símun og Co. við 6,68 stigum
Nr. 2: Knútborg við 6,22 stigum
Nr. 3: Køstaflugurnar við 5,83 stigum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo