Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Undantøk í sambandi við verkføll
Spurningar:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at
gera semju um undantøk í sambandi við verkføll?
Viðmerkingar:
Av og á verða uppskot løgd fyri Løgtingið um at geva undantøk í verkfalsstøðum. Hesi uppskot verða vanliga løgd fram og skundviðgjørd, meðan verkføll eru. Seinast hetta hendi, var í novermber í fjør í sambandi við verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Tað er óheppið, at Løgtingið skal kenna seg noytt til at samtykkja undantøk við lóg, og allir partar eru helst samdir um, at avtala átti at verið gjørd millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at undantøkini vóru avtalað frammanundan.
Royndir eru fyrr gjørdar at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at tosa saman um hetta, men tað hevur ikki borið á mál. Helst eru feløg bangin fyri at missa ein trumf í sambandi við verkføll. Hinvegin mugu vit ásanna, at seinastu árini hava víst, at líkamikið hvør samgonga situr við ræðið, so verða lógaruppskot um undantøk samtykt. Tí hevði tað verið betri fyri allar partar, um undantøkini lógu í føstum kørmum.
Sjálvandi vilja fakfeløgini krevja nakað afturfyri eina slíka avtalu, og tann prísin mugu vit gjalda. Gera vit ikki tað, fara hjálparleys fólk framhaldandi at koma í klemmu orsakað av eini ósemju.
Í januar í ár setti eg landsstýriskvinnuni ein munnligan fyrispurning, har spurt var, um landsstýriskvinnan arbeiddi við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll. Landsstýriskvinnan svaraði, at hon ætlaði at taka arbeiðið upp í næstum.
Nú vandi aftur er fyri einum verkfalli, sum kann fáa stórar avleiðingar, verður spurt, hvussu langt arbeiðið er komið við at fáa semju um undantøk í sambandi við verkføll.
Á Løgtingi, 11. september 2024
Helgi Abrahamsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo