Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Una Joensen tekur við sum  virkandi rektari, nú Steinbjørn Hardlei hevur sagt seg úr starvinum sum rektari á Glasi.

Steinbjørn Hardlei hevur røkt rektarastarvið seinastu trý árini og byrjar í august í starvi sum privatkundastjóri í BankNordik. Í telduposti til starvsfólk á Glasi sigur Steinbjørn: "Eg havi trivist sera væl sum rektari hjá tykkum hesi skjótt trý árini, og okkara samanleggingar- og menningartilgongd, síðani vit byrjaðu í 2015, hevur verið spennandi og avbjóðandi".

Una Joensen, sum verður virkandi rektari inntil nýggjur rektari verður settur, hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og sum undirvísari. Hon var leiðari á deildini fyri Samfelag á Glasi frá 2016-2021, tá hon valdi at fara frá sum leiðari og gerast undirvísari burturav. Tá Elsa Maria Holm Olsen fór í farloyvi frá starvinum sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, heitti Steinbjørn Hardlei, rektari, á hana um at átaka sær ta uppgávuna í farloyvistíðarskeiðinum. Nú verður hon so eisini virkandi rektari, inntil rektarastarvið er lýst leyst og sett. Hetta fer væntandi at taka einar trýggjar mánaðar.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, takkar fráfarandi rektara, Steinbjørn Hardlei, fyri tíðina, hann hevur verið rektari á Glasi. "Steinbjørn hevur loyst uppgávuna sum rektari avbera væl - í einum truplum tíðarskeiði. Eftir eitt samanleggingartíðarskeið, sum var merkt av rembingum, hevur Steinbjørn ment skúlan víðari. Hálvt ár eftir, at Steinbjørn tók við, rakti Korona, sum hevur verið ein stór avbjóðing fyri alt skúlaverkið. Her hava Glasir gingið undan og gjørt tað, sum kundi gerast, fyri at tryggja, at næmingar, lærlingar og lesandi hava fingið best gjørligu undirvísing. Prógvini, sum eru latin á skúlanum, eru prógv um tað.

Una Joensen tekur við sum virkandi rektari 1. juli 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo