Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hann var ein eldsál at vitna um frelsuna í Jesusi Kristi. Regluliga tók hann orðið á møtunum í heimbygdini, og bygdarfólkið kendi vitnisburðin. Tá ið missiónsvika var í grannabygdunum vitjaði hann týðum. At koma inn undir Guðs orð var honum alt umráðandi.

Sjómaðurin var uppilagstur. Tað tímalønta arbeiðið á landi var liðugt. Tíðin var nýtt til tað húsliga. Lívið hevði fingið eitt nýtt innihald, tað varð tulkað sum ein gáva frá Harranum. Løtan, dagurin og vikan vóru ikki longur tikin sum ein sjálvfylgja. Talan var um eina andaliga gávu. Tað ráddi um at umsita møguleikan burðardygt.

Hann var um tey sjeyti. Tey gráu hárini vóru ein heiðurlig krúna, nú arbeiðslívið var lokið. Hann hevði sín fasta stól í kirkjuni og var trúgvur í halgidóminum. Blíðmæltur takkaði hann fyri løtuna, tá ið kirkjuklokkan hevði sligið tey níggju biðisløgini.

Hoyrdi vitnisburðin sum ungur. Tað nam við hjartað at hoyra frásøgnina um lív og umvending hansara. Hann var fegin um at hava møtt Jesusi. Við trúnni fekk hann lut í Guðs undurfullu gávu at hvíla í ørmum Jesu Krists sum ein frelstur syndari.

Mitt í gleðini hoyrdust nøkur suff. Hetta staðið í vitnisburðinum var kensluborið. Hann angraði so inniliga, at hann ikki hevði verið Guðs kallið líðin í yngri árum. Tað runnu nøkur tár, og tað var longri millum orðini.

Hann var sterkt kallaður sum yngri, men gav ikki kallinum gætur. Ja, bar seg undan lívsins Harra. Hann valdi at ganga egnar leiðir heldur enn at lata seg leiða av Guðs orði. Ikki tí, tað mesta var gott og sámiligt, ikki vandamikið og skaðiligt.

Vit, ið komu at kenna henda aldrandi mannin, vita, at hetta ikki var sjónleikur ella ein roynd at gera seg betur, enn hann var. Hetta var ein andalig staðfesting í eyðmýkt og ærufrykt yvir fyri lívsins Guði. Umvendingin var sonn. Virðismetingin av lívinum og tí tímiliga varð sett í forhold til tey andaligu virðini.

Talan er ikki um ein gamlan mann, ið tvitin hartaði yngri sum eldri, tí tey ikki góvu tí andaliga gætur, gingu á møti ella í kirkju. Ei heldur tosaði hann um lívsførsluna hjá øðrum.

Tvørturímóti er talan um eina innbjóðandi rødd, ið ynskti at lýsa tað lívsjáttandi innihaldið í trúnni á Jesus. Útgangsstøðið var Guðs náði, soleiðis sum hann sjálvur upplivdi at møta Jesusi sum frelsara.

Tað jaliga var boðað sum møguleiki alra, at ognast tað æviga longu í dag. Tað neiliga var staðfestingin, at hann hevði livað síni bestu manndómsár uttan at eiga friðin í frelsu Guðs. Hann var rørdur á málinum og táraði um sína egnu dáragerð at venda sær burtur frá skapara himins og jarðar.

Áheitanin var sterk. Hon kendist vælgerandi, hóast álvarsom. Hann minti okkum á, at vit ikki máttu gera sum hann, at venda tað deyva oyrað til innbjóðandi og kallandi rødd Guðs. Tað var eingin hóttan í tónalagnum, einans eitt hjartaligt ynski um, at vit lærdu Jesus at kenna sum okkara frelsara.

Tori ikki at siga, at tann gamli maðurin verður orðarætt endurgivin. Nakað soleiðis var vitnisburðurin: “Eg kom at kenna Jesus sum frelsara í lívsins tólvta tíma. Var komin væl til árs, tá ið eg loksins kundi hvíla í frelsu Guðs í Jesusi Kristi. Eri harmur um, at eg ikki fyri langari tíð síðan gav mítt lív til Harran, tí so undurfult hevur tað verið at fylgst við Jesusi hesi árini.”

Gleðin var ovurstór, tí honum untist at fáa lut í frelsuni, hóast hetta var í lívsins tólvta tíma. Gleðin var mangar ferðir størri enn alt tað, ið kundi verðið øðrvísi. Ikki angur um spiltar møguleikar. Einans gleði um at vera leiddur til kelduna, har lívsins vatn veður givið tystum sálum fyri einki.

Sum prestur í Sjóvar prestagjaldi gjørdist tann gamli maðurin sóknarbarn. Tað var trúarstyrkjandi aftur at hoyra henda sama vitnisburðin á møti sunnukvøld. Nú var aldurin høgur og lívssólin komin longur vestur á luftina. Væl var eg prestur hansara, men hann styrkti sanniliga mína trúgv.

Vitnisburðurin ljóðaði framvegis sannførandi um tað mundið, tá ið lívssólin spakuliga fór í kav. Vitjaði við sjúkraleguna stutt áðrenn andlát. Saman við húsfólkunum høvdu vit eina løtu í bøn og andakt. Mátturin var viknaður, men gleðin tók til í styrki tess nærri heimferðin kom.

Tað var hugaligt at uppliva, at gleðin í trúnni helt líka til tað síðsta. Ein vælnøgdur maður doyði í trúnni á Jesus. Deyði hansara var enn ein vitnisburður um Guðs ríkis signaða og undurfulla veruleika.

Tað er mín trúgv, at frelsarin Jesus gleðist um hvønn ein syndara, ið ákallar hansara heilaga navn. Nøgdsemi á himni sum á jørð. Amen.

Orðið: “Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.” (Lukas 15,7).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo