Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta knappar 3,5 milliónir krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi.
Talan er um at hosufóðra kloakkirnar. Hetta verður gjørt við at kloakkirnar verða umvældar innanífrá. Á henda hátt slepst undan at grava vegir, gongubreytir og annað upp.
Nakrar kloakkir í kommununi eru longu umvældar við hosufóðring, og tað hevur eydnast væl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo