Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nes kommuna: Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum,  um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði.

Arbeiðstakarasáttmáli er undirskrivaður, og farið verður undir arbeiðið fyrstsa dagin.

Arbeiðið við at skifta vindeyguni byrjaði annars á sumri í fjør, tá ið KBH skifti ein part.

Annars eru nógvar umvælingar og útbyggingar gjørdar í Ítróttarhúsinum og við vøllin á Svangaskarði seinastu árini.

Venjingarrúmið er útbygt og nýggjur útbúnaður útvegaður.

Køkurin er umbygdur og nútímansgjørdur.

Seinasta heyst varð farið undir at seta upp nýggjar ljósmastrar. Høvuðsarbeiðið er liðugt, og nú verður arbeitt við at gera seinastu innstillingarnar.

Í løtuni arbeiðir Nes kommuna við at fyrireika bygging av einum skýli við vøllin. Nærri verður at frætta um hetta seinni í vár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo