Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

BBC skrivar um eitt russiskt sosialt netverk kallað Russosphère, sum breiður út russiska propagandu um alt Afrika.

Netverkið var sett á stovn í 2021 og fór undir sítt virksemi fáar dagar áðrenn Russland leyp á Ukraina.

Russosphère hálovar Putin, ákærur Frakland fyri ný-kolonialismu og sigur at ukrainski herurin er mannaður við ”nazistum” og ”satanistum”.

Sambært russiska netverkinum er Wagner-herurin eitt vælsignilsi fyri Afrika. Russosphère hevur eisini rekrutteringsmateriali á sínum síðum, um nú onkur afrikanari skuldi kent seg freistaðan til eitt lív sum hermaður í Ukraina.

Serfrøðingar siga við BBC, at russiska villleiðandi kunningin er við at seta ein kíla millum afrikansk lond og Vesturheimin og viðvirka til at avmarka stuðulin til Ukraina.

Nú hevur sonevnda Global Disinformation Team hjá BBC í samstarvi við tech-felagsskapin Logically funnið mannin handan villleiðandi kunningina:

Ein 65 ára gamal belgiskur politikari, sum sigur seg vera ”stalinistur”. Luc Michel eitur hann, og hann elskar Russland og hatar USA.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo