Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í januar mánaða í 1964 gav hin nú 80 ára gamla legendan, Nobelvinnarin Bob Dylan, út tíðarleysa sangin "The Times They Are a-Changin´” Ikki sørt profetiskt heldur hann fyri í triðja ørindi í leysligari týðing: Senatorar og tingmenn, - gevi tykkum far um rópini. Standi ikki í duragrindunum sum forðingar inn í hallir tykkara, tí hann, ið ikki flytir seg, verður við undirlutan. Eitt tiltakandi stríð hevur tikið seg upp handan veggir tykkara, og skjótt fara gluggarnir at skelva og múrarnir at titra. Orsøkin er sjálvandi hon, at tíðirnar er umskiftiligar.

Tað prutlaði tá undir lokinum, og orsøkirnar vóru nógvar og ymiskar. Grasrøturnar orkaðu ikki meiri, rákin av bylting kendist í lotinum, og í 1967 byrjaðu ungdómar á fróðskaparsetrum í samríkjunum USA av álvara at andøva, at seta seg upp ímóti valdshavarum og hýggjuskotnum skipanum. Hesir skiltu ikki - og varnaðust tíansheldur - rópini frá uppreistrarsinnaðum ungdómum. Eftir øllum at døma vóru objektivu og subjektivu fyritreytirnar til staðar, nú, táið hendan revolutionera aldan fór um allan vesturheimin sum ein grasfløtubrandur. Árið eftir herjaði hin famøsi ungdómsuppreisturin stórbýirnar í okkara heimsparti og hamskifti í stóran mun mong viðurskifti – eisini her hjá okkum.

Í 1967 hendi annars mangt og mikið. Vindarnir blástu í verøld. Ronald Reagan varð valdur guvernørur í California. USA herdi av álvara atsóknirnar ímóti Vietcong í Vietnam og ein fjórðingsmillión av fólki mótmælti í gøtunum í New York oyðandi krígnum. Herurin í Hellas ger kvett, suspenderar fólkaræði og stovnar eina hernaðarjuntu. Somoza gerst forseti í Nicaragua. Woody Guthrie og Brian Epstein fara foldum frá. Seksdagakríggið herjar í Miðeystri. Ongin fær friðarheiðurslønina hjá Nobel hetta árið. Ché Guevara verður likvideraður í bygdini La Higuera í Bolivia og Runavíkar kommuna verður sett í verðina hin 1. apríl – í hesum døgum fyri 55 árum síðani.

Higartil seinasta kommunuslitið í Føroyum var veruleiki, táið Nes Sóknar kommuna gekk sundur í tvinnar lutir hendan dagin. Í 1966 og í 1970 búðu ávikavíst 1422 og 1655 fólk í bygdunum, sum tá kastaðu saman í hesi nýggju kommununi. Tá rakk hon úr Æðuvík inn á Skipanes. Seinri er kommunala geografi´in munandi broytt, og í dag eiga 15 bygdir Runavíkar kommunu, og her búleikast júst í dag 4.300 borgarar - í triðju størstu kommunu í landinum, sum røkkur av Tinghelluni norður á Førjaklettin.

Ein fólkavøkstur tríggjar ferðir í góða hálva øld krevur nógv av øllum, ikki minst teimum, sum frá tíð til aðra hava sitið fyri umboðandi staðbundna valdi fólksins. Onkuntíð kann tað tykjast, sum, at bløðkan veksur skjótari enn rótin, og ferðin er so mikil, at fæið heldur ikki fyri ferðini. Hon dregur skjótari frá enn lunnarnir – undirstøðukervið – verða lagdir. Ivaleyst kundi nógv verið øðrvísi og betri, eisini í okkara tíð, men yvirskipað man tað hava verið á eini góðari leið, yvir tíð, táið tað hevur runnið til heldur enn frá í fólkameinginum øll hesi árini.

Er politiski optikkurin, hugsjónaðarligi mergurin, ikki soleiðis háttaður, at raðfest verður frá tí veikasta til tann sterkasta og frá ytstu mørkum kommununar inn á miðjuna, heldur enn øvut, so stendur ikki til bót, samfelagið skræðnar. Tí er neyðugt við hóskiligari líkning av skatti, og skipanum, sum lynna undir, har tørvurin er størstur, - barnafrádráttur, lagalig ansingargjøld, Spjaldur o.s.fr. Ikki minst í einari mentanarviku er áleikandi neyðugt at hugsa frá ytstu mørkum – at flyta ymisku kulturnar inn í eina symfoni, eina flógva melduródn, sum í hesum førinum er løgd í eitt konsentrat í eina viku. Allar hinar vikurnar í árinum liva málið og mentanin sítt góða lív í samvirknaðinum millum manna.

Mál og mentan eru treytaleyst greipað saman. Eisini tí hava vit hesi seinru árini valt, tilvitað, at seta sjóneykuna á móðurmálið. Vit eiga málið, mentu tað upp á fróðskaparstig, hóast tað onkuntíð var vátt undir fótum. Í “Indberetninger fra en reise i Færøe 1781 og 1782” ger vísindamaðurin úr Miðvági, Jens Chr. Svabo, støðuna upp. Hann var sannførdur um, at føroyskum máli ikki var lív lagað. Málið var komið á grúgvu, og har vóru bert tveir vegir at ganga. Annaðhvørt at gera royndina at reinsa málið - við at leita aftur til gomlu norrønu rótina, ella, heilt at fara yvir til at tosa danskt. Seinra leiðin metti hann vera ta lættastu – um ikki hina rættastu – leiðina. Hann var fullvísur í, at soleiðis fór eftirtíðin at laga seg málinum viðvíkjandi. Av góðum grundum kundi hann ikki gruna um rákini og magnið, sum seinri løgdu hendan avgerandi grundvøllin á eina heilt aðra og nýggja kós. Kortini ræður tað um, dag og dagliga, at liggja støðugt á takinum, ongin ger hetta fyri okkum, bara vit eiga hendan dýrabara infrastrukturin og mentanargripin, tí verður skipað fyri málkvøldi í vikuni, serliga ætlað ungum føroyingum, og kapping hevur verið um, hvør ið dugdi at skriva hitt frægasta essay´ið á móðurmálinum í ár.

Í dymbildagavikuni var eg aftur í lítla býnum, har eg var staddur í fýra mánaðir eftir at vera komin úr móðurlívi. Heilt nógvir føroyingar eru ígjøgnum árini komnir út á trappusteinin í Tordenskjoldsgade 20 í Marstal við hægstu nautisku útbúgving. Pápi mín var ein teirra. Seinri varð nýggjur skúli bygdur í býnum, - gamli skúlin skifti virknað og hevur síðan verið brúktur sum ungdóms- og virkishús. Var inni á gólvinum ein av døgunum, og sjálvt í hini stillu vikuni var nógvur virknaður í húsinum. Runavíkar Mekaniski Verkstaður er eldri enn Runavíkar kommuna, men hesin ikoniski bygningurin, sum eftirhondini er vorðin landskendur, umboðar onkursvegna mestu menningartíðina her í økinum.

Haggi Rein bygdi hin lægra og syðra bygningin og seinri tók Tórshavnar Skipasmiðja yvir og bygdi uppí. Mær er sagt, at teir fyrstu lærlingarnir í maskinsmíði vóru toftamenninir Arni Højgaard og Jústines Hansen (Ústi), og eftir tað hevur neyvan nakar talið av ungum monnum, sum eru komnir út higani við einum sveinastykki, búnir at halda fram sum sveinar ella sum maskinmeistarar í føroyska flotanum ella umborð á skipum á teimum sjey heimshøvunum. Tann stóra broytingartíðin byrjar miðskeiðis í hinari øldini, og alt kemur soleiðis hvørt eftir øðrum. Vinna, skúlar, ítróttur, vegir og havnaløg. Tað legst til við fólki, og trivnaðurin man hava verið á góðari leið her við hin kyrra Skálafjørðin, sum William Heinesen tekur til í ritinum “Tann deiliga Havn”, um munin millum høvuðsstaðin og hin væl varda fjørðin í grannalagnum: “Tá rýma skipini frá bryggjuni og teim vánaligu skipalegunum og sleppa sær inn á hin kyrra Skálafjørð at kroka.”

Smiðjan, sum alt oftari varð rópt Gula smiðja, kom í ogn hjá Runavíkar kommunu fyri nakað nógvum árum síðan. Illa stjølað stóð hon alt ov leingi og venaði seg undan tíðarinnar tonn, sum bardi alt meiri av henni. Hon var farin at líkjast smáttuni, sum ikki kundi taka avgerðina - um á hvørja lið hon skuldi detta. Býráðið undan hesum setti ferð á málið, seinri gjørdist hon partur av miðbýarætlanini, og sitandi býráð hevur veitt verkætlanini heilan og hollan stuðul. Mong eiga eina tøkk uppiborna, nú hesin trivaligi ungdóms- og virkisbygningurin er búgvin at taka ímóti teimum, sum skulu fylla karmarnar við óavmarkaðum hugi og hugskotum. Brúkarabólkar hava ráðgivið, miðfyristingin hevur víst ein góðan vilja, arkitektar og handverkarar hava rokkið sínum máli - og mesta tøkkin fer til Kongshavnar Kvinnufelag, sum so generøst lat smiðjuni hálva triðju millión í stuðuli, treytað av, at húsið varð gjørt liðugt til tað brúkið, sum nú er sett í ætlan. Hetta svarar til ein lítlan fjórðing av fíggingini, men størsti vinningurin var kanska moralska íkastið frá kvinnunum, sum onkursvegna gav verkætlanini hin totala legitimitetin í fólkahavinum. Tað ber ikki til at takka tykkum nógmikið fyri stórfingnu gávuna.

Havi havt ilt við at skilt ungdómin øll hesi árini, - hansara nærum óendaliga tolni. Havi ilt við at skilja, at ikki eitt tiltakandi stríð tók seg upp hinumegin veggir okkara, sum fekk gluggarnir at skelva og múrarnir at titra. Tilhaldini – enklavurnar – hava verið á benzinstøðum, í pizzakrambúðum, í kioskini Vár, á bankatrappum ella niðri á havnarlagnum, har vit mánamorgnar ofta savnaðu upp í leypar og hjólbørur av hesum illa luktandi pizzaflakunum, við laku føðini, sum vóru komnir flúgvandi sum UFO´ir út ígjøgnum rútarnar á rullandi ungdómshúsum. Vit høvdu hóast alt Losjuna og Glyvra Bio og seinri svínabundnu sluppina Høganes. Vacuum´ið síðan hevði næstan sogið seg fast sum ein fliða, men nú brast umsíðir fyri nevi, og vónandi verður virknaðurin soleiðis háttaður, at verandi og komandi politikarar skilja, at ætlar tú at gera íløgur í framtíðina, ger so íløgur í ungdómin og hansara kringumstøður.

Runavíkar kommuna eigur eisini grannamatrikkulin norðanfyri – innanfyri - Smiðjuna, - 246c, Glyvra bygd. Næsta stigið í hesi ætlan er at fáa hendan matrikkulin undir tak og snøggaðan soleiðis, at hann, umframt at gerast eitt alternativt virkisrøki hjá Smiðjuni, kann vera eitt marknaðarøki, har alskyns tiltøk kunnu húsast úti undir taki.

Meðan vit fáast við at menna samfelagið, at taka okkum fram, sum í dag, nú ein ungdóms- og aktivitetskatedralur verður tikin í nýtslu her í býnum, ætlaður allari kommununi, fáast menn í landsuðri við at foykja burtur menningina í Ukraina við goturstykkjum. Onki stendur fyri álopunum uttan seiggið í ukrainska fólkinum og leiðarum tess. Sjálvt í vanlukkuni, millum hersknu bumbuálopini, royna ukrainar at laða sandsekkir upp fyri mentanarligir dýrgripir, soleiðis, at teir um ikki annað standa eftir, táið destruktivu herðindini aftur fara at renna av despotinum í Kreml og hansara fylgisveinum. Dømi um at mál, mentan og tjóð er eitt og hitt sama. At verja mentanina er at verja títt egna lív, hóast tú missir tað.

Undir kalda krígnum sótu vit í gjóstrinum skelvandi og ræddust fyri, at onkur í sinnismuni fór at trýsta á kjarnorkuknøttin. Tann vandin verður nú aftur umrøddur. Ein politisk rotta, ið fer eftir hæli, er vandamikil. Onki er nýtt undir sólini, og vónandi eru vit ikki dragnað aftur til tíðina, táið Líggjas í Bø í yrkingarsavninum “Til lívið”, so sarkastiskt staðfesti: “Hugnalig øld, atomøldin.” Í øðrum sekvensi tekur hann soleiðis til: “Tað fer at ganga kortini, tí teir leggja eftir seg stórar hugsjónir: Fyrst ræður um at verja frælsið – frælsi handilsins, t.d. má ein kunna selja vápn til báðar partar í stríði. Tí har er góður vinningur.” Og einaferð hildu vit, at vápnadubbingin tryggjaði friðin, sum Rói Patursson tók til í savninum “Líkasum”: “tak til dømis vápnagoymslurnar/tær forða fyri og ræða frá kríggi/tess størri goymslur tess vissari friður/friðurin kann bara tryggjast/um vit støðugt nærkast krígnum/friðurin kann bara tryggjast/við vápnum/sum stig fyri stig/javnt og samt/skumpa okkum nærri/ragnaroki.”

Vit eru The Land of Maybe. Par excellence. Vit eru heimsmeistarar í at uppfinna politiskar undanførslur fyri onki at gera, og vit fara heldur onki at gera, hóast apokalypsan kanska fer at standa fyri durðum okkara í næstum. Her gongur leiðin til mansins hjarta ígjøgnum búkin, - materian át moralin og etikkin. Fólk og kommunur fylgja stevnuni hjá leiðarum okkara í danska heimastýrinum, tað er fráboðað, men boð komu ongi – eru ikki komin – kanska kámar rami svávilroykurin fyri stevnuni, um nøkur er, og stevið skinklar somikið, at undanførslan eisini hesaferð fer at vinna á skilinum. Okkara leiklutur, burturav, hevur higartil verið at hamstra – at leggja undir okkum – jodtablettir. Hetta er eisini megindisciplinin hjá danska statinum, sum um dagarnar keypti tvær milliónir jodtablettir til verju fyri kjarnorkugeislingum, og síðan hevur verið ein sonn sprintararenning til apotekini í tí partinum av drotningaríki okkara.

Í 1963 yrkti og sang Bob Dylan sangin “Masters of War”. Hóast hann ongantíð hevur viðgingið seg at vera mótmælissangara, so kann júst hesin sangurin ikki eyðmerkjast sum annað. “Come, you masters of war/You that build the big guns”, “I can see through your masks” og hann er eirindaleysur í mótmælinum: “I´ll stand over you grave/´Til I´m sure that you´re dead.” Tú hoyrir brutala krígslogikkin í aukustiska guitarspælinum og einastaðni syngur hann: “A world war can be won/You want me believe/ But I see through your eyes.” Ongin vinnur í kríggi, ungir menn verða dag og dagliga slaktaðir í víggi á vøllum í okkara heimsparti. Tjóðvirðir bygd upp og ment í øldir vera foykt burtur, fólk flýggja frá egnum virðum, menn taka kampin upp, og okkara solidaritetur liggur hjá teimum álopnu, tí tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at ein tjóð tekur suverenitetin frá eini aðrari tjóð. Tí eiga vit at aksla okkara skinn við ukrainar í hesum døgum.

Aftur til Gulu smiðjuna. Í einum politiskum lívi eru eisini umskiftiligar tíðir. Lakari og betri. Myrkari og ljósari. Sorgblíðari og kátari. Dagurin í dag er ein heilt stórur dagur í mínum politiska lívi, sum skjótt hevur fingið eina fjórðingsøld upp á loggið. Eri fegin um at hava verið partur av teimum toymum, sum fingu hendan varðan, Gulu smiðjuna, upp at standa sum ein kastala hjá ungum og eldri. Vit hava sett karmin í verðini, men okkara er ikki luturin at leggja virknaðin til rættis, og ongin skal forða bragdarhuginum hjá ungdóminum at koma til sín rætt í hesum høpi, sum vónandi og væntandi verður ein bráðpanna hjá unga fólki okkara í mong ár framyvir. - Spell at man ikki var um fermingaraldur ídag.

Við hesum orðum er mentanarvikan 2022 sett, og Gula smiðjan latin Guðmundi Joensen upp í hendi at reka saman við okkara bræsna ungdómi og øðrum aldursbólkum, tá tørvur verður á hesum. Hetta er ikki ætlað, sum tá Dávid sambært seinru Sámuelsbók í brævi skrivaði soleiðis til Jóab: “Fáið Uria fram, har ið orrustan er sum harðast, og farið síðan frá honum, at hann verður við undirlutan og doyr.” Kortini er hetta ein Uriaspostur, sum fer at krevja nógv av tær og øðrum, mátti byrurin verið tykkum blíður í hesum góða luti og verki.

Síðan er bara eftir at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við Gulu smiðjuni. "The Times They Are a-Changin´”. Umskiftandi tíðir av sonnum. Tíbetur til tað betra í eini kommunu í støðugari menning.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo