BirkBloggur: Novembur er næstseinasti mánaður. Nú er hann, mánaðurin, sum sambært Henrik Nordbrandt ikki er ein, men fýra, so árið telur sekstan, komin at enda.
Jólamánaðurin stundar til. Stress og keypiørska, blandað við kirkjugongd og dyrkan av tí guddómliga, men eisini alskinum til kórsang og sterkan solosang, sum Anna Sofía, Jasmin, Katrina, Dania og Marianna, siga í innlagda tekstheftinum til nýggju plátuna Jólasoul.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo