BirkBloggur: Frá tí minsta, sum yrkjarin Dania Tausen festir á blað, fær hon tónleikin at spretta, útvarpið at ljóma og filmin at bleiktra.
Eisini í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Zooma vit langt út í tað kosmiska, til slipsið hjá William og rúmdarferðina hjá Kubrick, er tað í mínum optikki eitt renesansumenniskja, ið vitjar okkum hesa løtu.
Prosaiski sjúkrahússtjórin segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tá tímarnir í døgninum eru farnir, koma teir ongantíð aftur.
Jú, henda konsertin var ein væleydnað roynd at fanga tíman, goyma hann og geva okkum eitt dropatikið destillat av tíðarleysari tíð á móðurmálinum, transparent millum heimar, so sum vit í hvør sínum lagi kenna teir.
Øll sonn list ger tað.
Fangar løtuna, og ger til einkis ultimativa fíggindan, sum í hesi gleðistund skal verða ónevndur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo