Bókin er um Norðanlond. Ramman er, at børnini aftaná skúlatíð fara heim og greiða so frá tí, tey hava lært um Norðanlond.
Hvørt norðurland verður knýtt upp í søguna við onkrum tilknýti til børnini: ein mamma, sum fór til Danmarkar, og ein gumma, sum arbeiðir í Grønlandi, og ein túrur hjá børnunum til Danmarkar.
Á tann hátt roynir høvundurin at fáa eitt nátúrligt samband til londini í bókini.
Bókmentir verða eisini nevndar, rithøvundar sum Astrid Lindgren og Rakel Helmsdal, sum børnini í bókini lesa og elska.
Hendingarnar í Føroyum eru eisini uttan søgugongd, mest uppreksan av, hvat tey gera, tað verður sagt ikki víst.
Sostatt vantar spenningur og søgugongd.
Í grundini er bókin sum ein skúlabók, har dentur er lagdur á upplýsingar og ikki á søguna.
Og tað, sum vit fáa at vita eru turistaupplýsingar, sum Den lille havfrue og Legoland.
Perman hevur smáar kliptar myndir úr teimum ymsu londunum, eg sakni upplýsingar um myndirnar.
Á s. 4 eru norðurlendsk fløgg avmyndað, har manglar sámiska flaggið, og Sámaland er ikki nevnt inni í bókini í samband við Finnland, Svøríki ella Noreg.
Tað besta við bókini er dreymasekvensurin at enda, har dreymur og veruleiki verða blandað saman, og tá ið hugflogið fær frítt at fara um torn, sum vaksa upp úr SMS.
Kanska Beinta kann skriva eitt framhald sum meira spennandi og hendingaríkt.
Bergljót av Skarði
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo