Sum dagurin líður í dag kølnar tað nógv, niður ímóti frostmarkinum, hvassur vindur ella skrið av norði og vátakavaæl.
Í morgin minkar vindurin og um middagsleitið mestsum stilli, sólglottar og kalt, niður í minus 2 stig.
Týsdagin frískar hann vindin av landsynningi, tað ornar aftur, upp í eini 5 stig, og tað regnar illa, serliga seinnapartin.
Mikudagin frískur vindur, fyrst vestaneftir, seinni støkkur hann eysturum til landsynning, smáskýggjað og okkurt æli men eisini løtur við sól, hitin upp í 7 stig.
Hósdagin hvassur vindur ella skrið, fyrst av landsynningi, seinni av útsynningi og vestri, tað ælar allan dagin og hitin um 7 stig.
Fríggjadagin minkar vindurin sum frálíður niður í lot til frískt lot av vestri, okkurt æli men eisini sól, hitin um 5 stig.
Næsta vikuskifti verður ein blanding av øllum, fyrst nógvur vindur høgt og kalt, seinni minni vindur vestaneftir og nakað lýggjari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo