Í morgin fer at regna, men seinnapartin slítur í. Frískur vindur fyrst av landsynningi men seinni av útsynningi og vestri og hitin um 8 stig.
Týsdagin frískur vindur vestaneftir, turt og sólglottar og hitin um 6 stig.
Mikudagin lot av ymsum ættum, okkurt ælstroyggj annars turt og hitin um 6 stig.
Hósdagin regnar aftur ein stóran part av degnum, serliga nógv fyrrapartin, hann melur av ymsum ættum og hitin ímillum 4 og 7 stig.
Fríggjadagin frískar hann vindin lagt, samdrigið men bert hendinga æl og hitin um 9 stig.
Næsta vikuskifti verður nógvur vindur og tað verður kaldari aftur, sum frálíður niður ímóti frostmarkinum og tað kann fara at kava.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo