Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag verður mest høgætt, okkurt kavaæl seinnapartin og hitin um frostmarkið.

Tíðliga í morginári kemur stormur av útnyrðingi, í hvirlunum upp í 28 metrar um sekundið. Avfall kann væntast allan dagin, mest sum vátaslettingur og hitin beint omanfyri frostmarkið.

Eisini týsdagin verður nógvur vindur av norði, 20-24 m/s, ímóti kvøldi minkar vindurin og um midnáttarleitið lot til frískan vind. Avfall fyrrapartin og hitin um ella beint omanfyri frostmarkið.

Mikudagin gul av ymsum ættum, skýggjað men mest turt og hitin um frostmarkið.

Hódagin eitt skifti fyrrapartin upp í storm av suðri ella landsynningi og nógv regn, hitin um 6 stig. Seinnapartin makar hann vindin og tað verður sum frálíður nakað kaldari.

Fríggjadagin gul til stívt andøvsgul av suðri ella útsynningi, tað smákavar allan dagin, hitin 2-3 stig og eisini onkrar løtur við sól, serliga tíðliga seinnapartin.

Næsta vikuskifti verður nógvur vindur og regn onkra løtuna, ættirnar verða ímillum sunnan, eystan og norðan og hitin ímillum 4 og 6 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo