Í morgin verður samregn, ættin verður fyrst landsynningur, um middagsleitið støkkur hann vesturum, men lítil vindur, eitt gul ella so, hitin um 10 stig.
Týsdagin verður sól ein stóran part av degnum, hann verður eystan í ættini gul uppí frískan vind sum dagurin líður og hitin um 10 stig.
Mikudagin verður samdrigið og seint seinnapartin fer at regna. Ættin fer úr eystan upp í landnyrðing og hann frískar vindin nakað, hitin 8-10 stig.
Hódagin nógv regn fyrrapartin, seinnapartin slítur í, fyrst uppí hvassan vind norðan, seinni minkar hann vindin av vestri, hitin 7-8 stig.
Fríggjadagin gul av landnyrðingi og norði, skýggjað men eisini sólglottar, turt og hitin 9-11 stig.
Næsta vikuskifti verður veðrið gott, sól og lítil vindur høgt leygardagin, nakað frískari sunnudagin og tá verður hann lágur í ættini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo