Nú man er farin í holt við at breiðka bryggjuna enn longur út eftir, so havi eg hetta uppskotið um, hvussu farast kann undir at umleggja sjálvt torgið og vegin, so ikki bæði bilar og fólk renna saman í einum hurlivasa, sum nú er.
Hetta er kanska lagaliga løtan at gera økið brúkiligari enn tað er í dag.
Framvið bryggjukantinum á Skálatrøð eru tveir paralellir gonguteigar. Um man byggir útyvir tann niðara gonguteigin, er longdin long nokk til bæði bil og verandi gonguteigin innanfyri.
Her fáa vit eini 80 eykað parkeringspláss.
Borgari í Havn
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo