Avbera góða átak Norðurlandaráðsins at geva umhvørvisvirðisløn fyri gott og fyrimyndarligt umhvørvisarbeiði verður aftur latin í ár. Í fjør fekk Jens-Kjeld Jensen fult uppiborið virðislønina fyri framúr nærlagni og góða miðlan av umhvørvismálum.
Einhvør kann seta fram uppskot til persón, fyritøku ella felag, ið kann sigast at gera gott umhvørvisarbeiði, ið kann fevna um alt har náttúra- umhvørvisvernd er aðalsetningurin.
Í ár eru 5 uppskot úr Føroyum til Norðurlandaráðið, og er evnið dentur verður lagdur á burðardyggar matvøruskipanir.
Tvey uppskot eru kring landbúnaðarvørur og vistfrøðiliga framleiðslu, og er her talan um Maud Wang Hansen og Matkovan. Annað uppskot er matstovan KOKS, ið stendur fyri hágóðsku gourmet tænastum við dygdarráðvøran frá føroyskum sjógvi og landbúnaði.
Og so eru tvær fyritøkur innan alivinnuna: Hiddenfjord og Bakkafrost, ið meta seg sum framleiðarar og veitarar innan burðardyggar matvøruskipanir.
Hvør, ið hevur skotið hesar báar fyritøkur upp til Umhvørvisrvirðisløn Norðurlandaráðsins, vita vit ikki, men kanska kann í fyrstu atløgu spyrjast hví triðja alifyritøkan MOWI ikki eisini er við sum virðislønaruppskot.
Men so er eisini alt sagt.....og vanligi borgarin kann standa sum kánus og spyrja seg sjálvan um talan er um skemt ella bara miðvíst sølu- og marknaðarátak, ið vónandi kann røkka eitt Norðurlandaráðsins herðaklapp og neyðars 300 túsund piparnøtir (citat Kaj.L.H.Johannesen) til tvær milliarda fyritøkur, næst økja um sølu, og allar best heimila at alivinna her og í øðrum londum sum Noreg, Chili, Írland, Skotland, Ísland og Canada er framúr vinna, ið á besta náttúru- og umhvørvisvinarliga hátt virkar fyri burðardyggum matvøruskipanum.
4 orðaðu ST-Heimsmálini
Yvirskriftin til virðirlønina fevnir um 4 av teim 17 ST-Heimsmálunum til burðardygga menning.
Mál 12 leggur dent á at búskaparligur framburður og menning grundað framleiðslu av vørum og tænastum skal verða burðardygg og vøksturin ábyrgdarfullur, og at skipanir eru, ið fylgja altjóða avtalum um dálking og nýtslu av vandamiklum tilfari. Partsmál her eru m.a. at matoysl skal minkast niður í eina helvt innan 2030 og at matmissur í framleiðslu- og veitingarketunum eisini skal minkast. Og annað partsmál er her at fáast skal í lag uhvørvisliga haldgóð umsiting av kemiskum evnum og øllum spillevnum og at útlát í luft, vatn og jørð skal minkast í stórum fyri at avmarka skaðilig árin á fólkaheilsu og umhvørvið.
Mál 13 er at vit sum skjótast seta í verk átøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og tess hóttanndi avleiðingum á alt livandi á sjógvi og landi. Her verður dentur lagdur á landsins politikkur, ætlanir og skipanir verða við miðvísum atlitum til veðurlagsbroytingar.
Mál 14 leggur dent á at vit varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi í burðardyggari menning. Her eru fleiri partsmál, ið leggja dent á at minka um havdálking, burturkast á sjónum og dálking frá taðevnum. Vistskipanir í høvum og fram við strendur skulu verjast og umsitast á burðardyggan hátt, og havsúrgan frá veðurlagsbroytingini skal minkast. Ovurfisking og ólóglig og óskipað fiskiveiða skal steðgast og umsitingarætlanir skulu tryggja burðardygga veiðu.
Málið er eisini at vit innan 2020 (1 ár síðan) skulu hava skipað minst 10% av okkara stranda- og havleiðum sum vard øki og í samsvar við lands- og altjóða lóggávu.
Innan 2030 er málið m.a. at økja um búskaparligar fyrimunir til smá oyggjaríki í menning, og tey minst mentu londini í heiminum, til eina burðardygga nýtslu av havfeingi og umsiting tess av fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu. Serstak partsmál er at vit skulu verja burðardygga nýtslu av høvunum og tess tilfeingi og seta í verk ST-havrættarsáttmálan (UNCLOS) har m.a. verður víst til grein 158 ”The Future We Want”.
Mál 15 legur dent á at verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, at vit á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast móti øking í oyðimarkargongd og steðga landtýning og lívmargfeldismiss.
ST-Heimsmálini gingin á møti?
Spyrjast kann so um alivinnan lúkur nøkur av hesum 4 ST-heimsmálunum til burðardygga menning? Svarið er rættuliga einfalt eitt klárt NEI, at alivinnan ikki á nakran hátt gongur nøkrum av ST-heimsmálunum á møti. Og nakrar megin orsøkir kunnu takast fram í somu raðfylgju sum hesi 4 heimsmalini.
Mál 12 Við minking í matoysli og matmissi í framleiðslu vita vit at rávøran til framleiðslu av alilaksi partvís er pelagiskur fiskur og partvís ílegubroytt soya, raps og konventionelt pesticidfongt hveiti. Fóðurframleiðslan til alilaksin er umleið 5 – 8 kilo av rávøru, ið eftir framleiðslu geva umleið 1,2 til 1,2 kilo av fóðuri, ið kann framleiða 1 kilo av alilaksi. Um vit taka 1.000 tons af svartkjafti ella lodnu og góðska hesa vistfrøðiligu og sera heilsugóðu vøru beinleiðis til matna, kunnu røkkast umelið 4.milliónir døgverðar hvør á umleið 200 gram. Brúka vit hinvegin tey 1.000 tonsini av svartkjafti ella lodnu til alifóður verða bert 800.000 alilaksadøgverðar á umleið 200 gram hvør. Altso ein 80% minking í matmissinum. Og tikið er tá ikki við tap av sjúkum skaddum og deyum alilaksi.
Ein røð av kemiskum evnum verða brúkt í alivinnuni, ið hava álvarsamt neiligt árin á alt lívfrøðiliga margfeldni á firðum og sundum. Vit síggja nú hvussu upsastovnurin er farin niður í einki, at okkara framúr heilsugóðu seiður ikki meira er mannaføði tí hann meskar sær á alilaksafóður, at skeljafiskiskapurin er púrt eingin, og at kraklingur og øða er vandamikil at eta vegna ovurtaðing og eitrandi alguvøkstur. Lúsabasingarevni tilsett fóðuri skaða bæði skeljadjór og annan fisk, og stórur vandi er at fólk fiska sjálvi og fáa heiluvágsviðgjørdan fisk, ið er vandamikil at eta. 3 mánaðir skulu ganga innan lúsabasingarevni er horvið og eingin trygd er tí meira at vit eru vís í at fáa heilsugóða føði úr sjónum. Stórar nøgdir, eini 3 tons um árið, av sera vandamikla bakteriudrepandi evninum Formaldehyde verða koyrd á sjógv, og sigur tað seg sjálvt at hetta ber ikki til á nakran hátt, og at tað annars er brot á altjóða og heimliga havumhvørvislóggávu.
Kopar kemur frá impregnering av nótunum og er eitrandi fyri alt livandi í sedimentum. Plastdálking við mikroplast stendst frá plast-fóðurrørunum, og kann metast til millum 10 og kanska 30 tons um árið. Fiskur sær ikki mun á mikroplast og plankton og smábitlar í sjónum, og endar tí eisini við at hava í sær mikroplast.
Samanumtikið lúkur alivinnan sostatt ikki ST-heimsmál nr.12.
Mál 13 Fyrst kann niðurstøða gerast at landsins politikkur kring veðurlagsbroytingar ikki er annað enn ein táta. Okruálit førka einki, og sjálvt bygningskunngerðin BK17 og avmarking i orkunýtslu til bygningar er enn ein donsk umseting frá 2008, og einki sker tí landsstýrismaðurin einki fær av skafti...hvørki so ella so. Bakkafrost metur seg hava gjørt ovurstórt frambrot við einum el-riknum rækstarbáti, ið skal løðast við skitnari dieslolju mesta partin av árinum. Og alt meðan verða tíggjutúsundatals tons av soya, raps og hveiti flutt við skipum runt hálva klótuna, fyri at verða mælt til fóður saman við góðari pelagiskari mannaføði. Næst ger Bakkafrost ikki mætari enn at senda Atlantic Airways hinumegin hav við fullari last av alilaksi....meðan Hiddenfjord roynir nakað av pedagogikki at tekkjast fjøldini og nýtir skipaflutning.
Saman við eitrandi og køvandi dálkingini frá alivinnuni gera veðurlagsbroytingar og surgan av høvunum sítt til at forkoma øllum livandi í sjónum. Plantuplankton, korallir og skeljadjór forgangast og við úrliltinum at lívfrøðin í sjónum fær verri umstøður.
Mál 14 Ovurfisking, ólóglig veiða og politiskir rossahandlar førka onga fiskivinnu á burðardygga leið, og tað er sama søgan um og umaftur alt eftir hvør mannar landsins stýri. Vernd ella friðan av havleiðum og strandaøkum er ókent, annað enn tá onkur fiskastovnur skal verjast. Og longur enn tað koma Føroyar ikki tí hvørki áhugi ella lóggáva finnist. Besta dømi til ”burðardyggan” rækstur, vernd av strandøki, minking um havdálking og ágang á strandaøki síggja vit hesar dagar har Hiddenfjord hevur eitt fóðurskip sum vrakpetti Víð Víkar.....sum nærmasta granna til eitt av fáum friðaðum náttúruøkum.
Taðevni frá alivinnuni – at samanbera við eina opna kloakkskipan uttan nakra reinskan – er partvís fóðurspuill á eini 7% av fóðurinum næst fleiri tíggjutúsundatals tons av skræpu, ið leggst sum dýna á sedimentini á firðunum. Føðsluevnini eru køvievni og fosfor, ið er føðin til djóraplankton, sum í stórari nøgd gerst eitrandi, næst legst sum líklak...hvítt klæði á sedimentir, og hevur við sær stórar nøgdir av methan- og svávulgassi. Firðirnir eru gáttarfirðir og tí við vánaligari útskifting.
Tørvurin á pelagiskum fiski til fóður til alivinnuna virkar í øðrum londum sum ránsveiða. West Sahara og strendur vestur úr Suðuramerika verða avoyddar fyri ansjosir og sardinir...kostnaðarfríða føðin hjá íbúgvum, ið verður avreidd til fóðurvirki í Chili, Danmark og Noreg, og seld til alifyritøkurnar.
Her er á ongan hátt talan um nakað burðardygt.
Mál 15 Góð 25% av fóðurinum til alivinnuna stavar frá niðurhøgdari frumskóg í Amazonas. GMO soya illa fongt við vandamiklum og krabbaelvandi Glyphosat verður brúkt í stórum og har íbúgvar, illa avstaðkomnir smábøndir, hava fingið frátikið sína jørð, og arbeiða sum trælir hjá stór-fyritøkum. Lívmargfeldismissurin er ógvusligur, sum í konventionellum landbúnaði har pesticidir verða brúkt í ovurstóran mát. Eisini her eru hóttanir á lívfrøðiliga margfeldni.
Burðardygdin, ið ikki var burðardygd
Í stuttum er støðan at vit her í landinum ikki hava nakrar kanningar av lívfrøðiliga standinum, dálkingini á firðir og sund, og einki vita um árin frá alivinnuni á aðrar fiskastovnar. Men turr fakta eru at firðirnir eru mestan avoyddir fyri sína uppruna lívfrøði, og sum landsstýrismðaurin í fiskivinnumálaum tók til í samrøðu við Dimmalætting, at Lopransfjørður er steindeyður. Og soleiðis er standurin kring alt landið.
Frá Noreg verður rópt varskó...korallinir hótta seg ikki sum tey eiga, sjósílið eru sera illa fyri av nógvu laksalýsnum, og villi laksuruin er stutt frá at koma á reyðlistan fyri hótt djórasløg. Fiskasjúkur gera støðugt um seg og bíða verður nú eftir at vandamikil fiskasjúka frá donskum alibrúkum skal koma til Noreg....og ikki sleppst undan at sjúkan eisini kemur hagar.
Er so samanumtikið talan um eina burðardygga vinnu har rávørugrundarlagið, besta mannaføðin úr sjónum, verður minka niður í 20%, upprunaskógir feldir, ovurstór fossil orkunýtsla til flutning, sera dálkandi og eitrandi árin á firðir og sund, stórmissir hjá landsins íbúgvum at gagnnýta rekreativu virðini, og álvarsom hóttan á alt lívfrøðiliga margfeldni á firðum og høvunum?
Àsetingar fyri hvat burðardygd stendur fyri eru ikki gingin á møti hjá alivinnuni, og letur tað seg tí á ongan hátt verða møguligt at Norðurlandaráðið kann blástempla eina náttúru- og umhvørvisoyðandi vinnu og geva umhvørvisvirðislønina 2021 fyri eitt álvarsamt oyðingsverk.
Tó so ber væl til hjá Maud Wang Hansen saman við Matkovanum at levera fyrsta flokks vistfrøðiliga landbúnaðarvøru til KOKS – kokkanar, ið heilt vist kunnu framala eina heilsugóða og burðardygga djúptstokta og væl kryddaða lodnu til útlendskar og heimligar kræsnar gómar, ið fegnir leggja stórupphæddir á borðið fyri ein Michelindøgverða.
Her eru spírar at heinta, vistfrøðiligur gróður og vistfrøðiligur fiskur, har einans írestar at seta burðardygga virksemið í gongd. Útlendsku keyparnir standa í longum røðum og bíða eftir djúptstogtu lodnuni krydda við føroyskum urtum, hvítarótini úr Dímun og árgangs-rabarbuvíninum av Sandi. Ein heimligan skarpan whiskey frá Føroya Bjór vil heilt vist seta prikkin......
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo