Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árliga Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu plagar at vera um várið, men í ár er Umhvørvisvikan útsett til oktober. Tað er sum vera man Covid-19, ið hevur gjørt tað neyðugt at útseta tiltakið, sum nú verður frá 4. til 7. oktober. Tiltakið verður nakað øðrvísi enn undanfarnu árini, tó verður skipað fyri góðum og hugnaligum tiltakið, sum øll kunnu fáa nakað munagott burturúr.

Umhvørvisvikan í ár varpar ljós á lívmargfeldi, sum fevnir um alt tað livandi fjølbroytni í náttúruni. Tað er nógv óvissa um, hvussu vit menniskju ávirka vistskipanir í náttúruni, millum annað tá vit brúka lendi, brúka evnafrøðilig evni og tilfeingi í náttúruni. Tí snýr lívmargfeldi seg eisini um, hvussu vit sum borgarar, vinna og kommuna kunnu bera okkum skynsamari at.

Fólkatalið í heiminum veksur skjótt og setir alsamt størri krøv til eitt nú matvøruframleiðslu og harvið eisini jarðarbrúk. Hóast hetta kanska ikki ávirkar Føroyar eins nógv og lond við størri landbúnaði, so hevur tað eisini týdning, at vit fara væl um okkara lendi. Regn og vindur gera sítt til, at jørð og mold verður máað burtur av náttúruávum, men mannaskapt árin so sum bit og velting kunnu eisini hava keðiligar avleiðingar fyri lendið.

Við Umhvørvisvikuni vil Tórshavnar kommuna leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka borgaranum og hjá kommununi sum heild. Hvørt ár verður eitt serstakt evni í sambandi við umhvørvi tikið upp. Fyrr hevur Umhvørvisvikan sett sjóneykuna á til dømis matoyðsl, endurnýtslu av klæðum og á plastdálking, fyri at nevna nøkur evni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo