Visit Tórshavn: Umhvørvisvikan í ár verður í døgunum 6. mai – 13. mai við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Boðið verður til stuttfluttan fimmara, kjakkvøld, gongutúrar, kanningarferð við einum nósa og mangt, mangt annað.
Evnið flutningur, kemur undir heimsmál nummar 3, 11 og 12 hjá ST, sum snúgva seg um ávikavist góða heilsu og vælferð, burðarðardyggar býir og bygdir og ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu. Við hesum serliga í huga, hvussu vit flyta okkum, vørur okkara og okkara bý frá A til B.
Á skránni í ár eru eisini fleiri av afturvendandi tiltøkunum so sum Plantið eitt træ, umhvørvisveiða og ruddingardagur.
Gevið gætur at tilmelding krevst til summi tiltøk.
Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og Facebooksíðuni hjá Umhvørvisvikuni fyri meira kunning. Skráin fyri Umhvørvisvikuna verður tøk á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo