Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Altjóða ráðstevna hjá Jarðfeingi og verkætlanin Vatn aftur í Tjørnina í Gundadali, hava fingið umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu.

Grøna Virðislønin hjá Tórshavnar kommunu varð latin Havnar Kajakkfelag.

Grøna gávan frá Etika varð latin Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU.

Umhvørvisstuðulin latin til tvær verkætlanir    
Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.

Hvørt ár verður eisini serligur dentur lagdur á eitt ávíst evni – sum eisini er høvuðsevnið í umhvørvisvikuni.

Evnið í ár, er “vatn”!

Nógvar spennandi verkætlanir komu inn og Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at lata tveimum verkætlanum stuðul.

Altjóða Vatnráðstevnan hjá Jarðfeingi fekk tjúgutúsund krónur. Hetta er ráðstevna, sum Jarðfeingi skipar fyri saman saman við felagsskapinum IWRA,  International Water Resources Association. Ráðstevnan verður 4. - 6. septembur í ár.

Eitt av høvuðsendamálunum við hesi ráðstevnu er, at gera føroyingar meira tilvitaðar um vatn og ta ofta kostnaðarmiklu og orkukrevjandi viðgerð, ið vatn krevur frá keldu til vask. 

Hin verkætlanin, sum fekk umhvørvisstuðul eitur Vatn aftur í tjørnina í Gundadali. Tað eru Árni Helmsdal og Høgni Jensen, ið skipa fyri. Latnar verða tveyhundrað og tretivutúsund krónur

Verkætlanin snýr seg um at fáa endurskapt tjørnina í Gundadali - sum liggur ovast á Tinghúsvegnum. 

Grøna Virðisløninina latin Havnar Kajakkfelag
Grøna virðislønin í ár verður latin Havnar Kajakkfelag fyri tey mongu (ára)tøkini tey hava tikið fyri náttúruna frammi við sjóvarmálan. Havnar Kajakkfelag ruddar hvør ár fjøru og sjógv. 

Grøna gávan hjá Etika latin FNU
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag (FNU) fekk í ár Grønu gávuna hjá Etika. Gávan verður latin fyri tað ótroyttiliga sjálvbodna arbeiðið, tey hava gjørt fyri føroysku náttúruna í yvir 40 ár. Avrikslistin hjá felagnum er langur, og er eitt prógv um, at tað loysir seg at siga frá. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo