Ingilín D. Strøm hevur í dag ein fyrispurning til landsstýrismannin í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, um umhvørvisligar avleiðingar frá fóðurskipinum Hellutangi vesturi í Víkum, um økið verður mett væl hóskandi til aling, og um møguligar tilbúgvingarætlanir við aling, ið kunnu hava neiligar avleiðingar fyri nátturuøkir.
Eitt aliloyvið skal fylgja ásetinum í Umhvørvislógini frá 1988, og verða ásetingar ikki fylgdar fyri serliga dálkandi virkir kann landsstýrismaðurin geva boð um, at bøtandi atgerðir verða framdar. Ber ikki til at tálma dálkingini, kann landsstýrismaðurin banna framhaldandi rakstri og møguliga krevja fyritøkuna, virkið ella útbúnaðin burtur. Eisini ber til hjá landsstýrismanninum beinanvegin at seta forboð tá atgerðir eru neyðugar til tess at forða týðandi dálking.
Landsstýrismaðurin hevur víðar heimildir heilt at seta forboð fyri framhaldandi virksemi tá t.d. ein dálking elvir umhvørvislig skaðaárin, ið ikki kundu síggjast frammanundan tá góðkenningin varð givin.
Tað er rættuliga undarligt at eitt løgtingsfólk ikki kennir reglurnar í Umhvørvislógini fyri serliga dálkandi virkir. Næst líka so undarligt at Ingilín S. Strøm ikki veit at sonevndi AArhus-sáttmálin, UNECE konventiónin frá 1998, til tryggjan av kunning og kærumøguleikum hjá borgarum ikki varð settur í verk her í landinum... sum í flest øllum londum vit samanbera okkum við. Friðingarlógin er enn sum ein táta har eingin kærurættur er tøkur javnt sum borgarin ella FNU bert kann og verður hoyrt um landsstýrismaðurin / Yvirfriðingarnevndin er í góðum lag.
Lendislóggáva er óynskt sum politisk amboð til at fáa skil á hvar meginskúlar skulu byggjast, hvar eitt tjóðleikhús fyri landið er frægast staðsett, hvar ein brandskúli er tryggast staðsettur, hví stór ídnaðarøki ikki skulu byggjast mitt í býarkjarnu og enntá upp til friðað øki o.s.v., tí ein slík lóggáva forðar vanligum politiskum rosshandlum...sum vit hava í ólukkumát. Eisini tað átti Ingilín D. Strøm at vita ein heildan deil um.
Spyrjast kann um løgtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin heldur at føroysku firðir og sund eru væl hóskandi til laksaaling og um nøkur trygd móti alvarsamari dálking frá alivinnuni kann fyribyrgjast við eini tilbúgvingarætlan. Fyri stuttum gav landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, greitt til kenna, at Lopransfjørður var steindeyður... sum Vágsfjørður, og sum so allir firðir okkara.
Ovurtaðing og grov dálking hevur havt við sær plantonvøkstur í ovurstórt mát, enntá hartil at planktonið er blivið eitrandi fyri skeljar, ið eru lívshættisligir hjá fólki at eta. Methan- og svávulgassir standast frá móruni í botninum á firðunum, ið eru blivnir hvítir..... lagdir í lík-klæði.... frá rúgvuni av deyðum plantuplankton.
Útlát í firðir og sund av fleiri tonsum av sterkasta antibakteriella evninum Formaldehyd eru hvørt ár saman við stórum nøgdum av kopari og tíggjutúsundatals tonsum av skarni og fóðurleivdum. Mikroplast í nøkrum hundrað tonsum rennur beint á sjógv og verður eti av bæði alilaksi og øðrum fiski við. Ein fær hug at spyrja hvat Hiddenfjord verunliga vil sum høvuðssponsor við 100 tusund kr. til Rudda Føroyar, ið savnar plastrusk, cigarettstubbar....mikroplast...ið er vandamikið fyri alt livandi.
Ikki kann sigast at tað er góður sjómansskapur Hiddenfjord hevur víst, á ongan hátt. Men kanska Mowi heppnast betur við sínum fóðurskipi við gáttina til Mølheyggjarnar á Sandi, annað náttúrufriðað øki av trimum í landinum.
Ein kann undrast hví Ingilín D. Strøm ikki spyr landsstýrismannin um hann metur okkara firðir og sund eru væl nýtilig til laksaaling nú dálkingin vísir seg at leggja alt oyði. Og ikki eitt orð um fólksins frítíð á firðunum í góðverðri við dorg ella tráðu eftir besta fiski okkara, seiðinum.... ið er blivin spiltur sum mannaføði. Ella kanska skulu vit bara góðtaka útsøgnina hjá Dennis Holm, fyrrverandi borgarstjóra í Vági, at vit bara mugu góðtaka grova dálking av firðunum?
Løgmaður.... og Javnaðarflokkurin og Ingilín D. Strøm draga vist somu línu tá setast skal út á opið hav eystur úr Nólsoy. Trygdin og gleðin at fólk tá kunnu keypa "góðan" tosk og annan fisk í Vágsbotni, ið just hevur meskað sær í heiluvágsfóðuri við t.d. Emamektin Benzoate ella Diflubenzuron, er púrt horvin. Tað er ikki uttan heilsuvanda at eta fisk við heiluvágsfóðuri, men tað er kansa ein liður í sonevndu "burðardyggu" vakstarætlanini hjá løgmanni.
Ingilín Strøm tykist sum sami demagogur sum Sjúrður Skaale, Bjarni Hammer og restin av manningini í Javnaðinum, og sama kann sigast um hin andstøðuflokkin, Tjóðveldi, ið eisini rør og fiskar til komandi val... uttan minsta ferðil av verunligum innihaldi til burðardyggari menning og minstu atlitum til ódálkað umhvørvið og náttúru. Hvar tey 17 Heimsmálini um burðardygga menning eru farin er ikki gott at vita, men orð eru takksom og prentað pappír væl nýtiligt til fótatraðk, meðan borgarin kann passa seg... tí hann hevur ikki lógarásettan rætt at verða hoyrdur.
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo