Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur givið Framherja umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlaðu útbygging av havnarlagnum Úti á Enni í Fuglafirði.
Verandi havnarlag verður víðkað við 2.500 m2. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina. Umhvørvisgóðkenningin hevur heimild í §§ 28 og 29 í løgtingslóg um verju av umhvørvinum.
Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Framherja um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo