Umhvørvisstovan: P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri ætlar at útbyggja virksemið til eisini at framleiða protein og lýsi. Í tí sambandi verður gjørd ein útfylling og spunskai eystureftir.
Á nýggja keiøkinum skal byggjast ein goymslubygningur, og fýra 20 m høgar goymslutangar skulu byggjast sunnan fyri núverandi virki. Ein 60 m høgur skorsteinur verður millum virkið og brekkuna niðan til vegin Undir Heygnum. Við síðuna av skorsteininum verður ein betongbygningur, sum skal húsa tveimum dieselriknum dampketlum.
Varðin Pelagic hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting, sum lýsir møgulig árin av verkætlanini á rekreativ virði á sjónum og í sjóvarmálanum og á hav, strond og luft.
Umhvørvisárinsmetingin kann takast niður her
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Her er almenna lýsingin
Freistin til at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 12. apríl 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo