Umhvørvisstovan: Ein vindmyllulund skal eftir ætlan setast upp í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. Í tí sambandi hevur SEV gjørt eina meting av møguligum árinum, sum ætlanin kann hava á umhvørvið.
Eftir ætlan verða upp í 7 vindmyllur settar upp í einari ella tveimum røðum. Vindmyllurnar verða í mesta lagi 150 metrar høgar og veingjabreiðið (rotordiameturin) í mesta lagi 117 metrar.
##med2##
Umhvørvisárinsmetingin kann takast niður her
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Her er almenna lýsingin
Freistin at koma við viðmerkingum er týsdagin 4. juni 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo