Ætlanin at byggja demensheim í Leynum, sum er í Kvívíkar kommunu, er fyribils slept.
- Grivið var av og arbeiðið byrjaði í setuni undan teirri seinastu, tað var síðani gjørt byggibúgvið í undanfarnu setu, men tað gjørdist greitt, at tørvurin at byggja demensheim í Veks økinum var ikki tann sum vit hildu, so tí steðgaði arbeiðið upp, sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívík við VP.
Stykkið hevur nú ligið byggibúgvið í eina tíð, uttan at nakað er hent.
- Men ymsir tankar og ætlanir hava verið frammi, sigur borgarstjórin.
Ein ætlan snýr seg um at byggja 16 eldraíbúðir, men ongin avgerð er tikin.
- Bústaðir hava eisini verið inni í myndini, men tað er ikki ítøkiligt enn, og ongin samtykt ella avgerð fyriliggur, sigur Hans Jóhann Sørensen.
Kvívíkar kommuna er væl fyri fíggjarliga. Skuldin hjá kommununi er áleið eina hálva álíkning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo