Nú verður av álvara farið undir at kanna, um fast samband skal gerast úr Skotlandi til fleiri av útoyggjunum har ferjur í dag sigla.
Tað skrivar BBC.
Tó verður eisini nevnt, at fleiri sambært eini kanning stúra fyri størri ferðslu og at missa sín samleika sum oyggjabúgvar, um fast samband kemur inn á meginlandið, og tí mugu fleiri kanningar gerast, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Sendinevndir og einstakir politikarar hava verið í Føroyum og kunnað seg um føroysku undirsjóvartunlarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo