Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Landsstýrið ætlar at herða avmarkandi tiltøkini móti Russlandi. Hetta verður millum annað gjørt við at seta í verk umfatandi avmarkingar fyri atgongdina hjá russiskum fiskiskipum til føroyskar havnir. Tað ber í sær, at havnirnar verða stongdar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland. Hetta væntast at avmarka russiska virksemið í føroyskum havnum við umleið 70 prosentum samanborið við tað, sum hevur verið seinastu árini.

Í galdandi avmarkandi tiltøkum eru øll russisk fiskiskip undantikin havnastongslinum. Hetta merkir, at Føroyar framvegis eru miðdepil fyri um- og uppskipingum av bróðurpartinum av russiskari veiðu av uppisjóvarfiski í Norðuratlantshavi. Føroysku undantøkini, og stig sum okkara grannalond hava tikið seinastu tíðina, gera, at russiska virksemið í føroyskum havnum komandi tíðina kann fara at vaksa uppaftur meira. Hetta er ikki ein haldbar støða.

Tí verða tað bara fiskiskip við ørindum, ið eru beinleiðis knýtt at virksemi í føroyskum sjógvi, sum sleppa í føroyska havn. Virksemið í føroyskum sjógvi fevnir um veiðu av svartkjafti, makreli og norðhavssild, sum Føroyar lata Russlandi at fiska sambært fiskiveiðuavtaluni. Herdu tiltøkini bera í sær, at tað verða munandi færri um- og uppskipingar í føroyskum havnum.

Harafturat er ætlanin, at tænasturnar, ið russisk fiskiskip kunnu fáa í Føroyum, verða avmarkaðar til proviantering, manningarskifti, bunkring og um- og uppskiping. Umvælingar og skipasmiðjutænastur verða sum útgangsstøði ikki loyvdar.

Samstundis hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta løgtingslógina um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Endamálið við uppskotinum er at geva landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum víðkaðar heimildir at seta avmarkandi tiltøk í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi.

Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum verður seinni í dag.

Harumframt arbeiðir landsstýrið við at skipa ein leist at stuðla ítøkiligum átøkum og verkætlanum í Ukraina, ið hava langskygdan, strategiskan týdning í sambandi við at byggja landið uppaftur. Í minsta lagi 10 mió verða latnar til Ukraina næsta ár.

Ætlanin um at herða avmarkandi tiltøkini og veita størri stuðul til Ukraina tekur støði í greiningararbeiðinum, sum landsstýrið hevur gjørt seinastu tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo