Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

22 kvinnur og menn bjóða seg fram til at umboða teg og meg í einum av Føroya størstu fíggjarsamtaki, hvørs eginogn táttar í 4 mia. kr. Hesi fólk skullu umsita/velja fólk í nevndir at umsita hesa ogn, sum vit øll eiga í felag. Men hvør umboðar tíni og míni sjónarmið best? Og hvør setir tey krøv til nevndarlimir, sum tú og eg helda verða rættast?

Næstu dagarnar fram til 28. sept. fer umboðsráðsval fram til Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum er hægsti myndugleiki – hóast við skerdum rættindum – í einum av Føroya størstu fíggjarsamtaki, hvørs eginogn nærkast 4 mia. kr.

Hesi fólk skullu velja nevndarlimir í ymsu dótturfeløgini í Betri-samtakinum og saman við teimum umsita hesa ognina, sum øll vit, sum eru tryggingartakarar í Betri, eiga í felag.

Men hvussu kann eitt sínámillum tryggingarfelag, sum tað upprunaliga var, eiga eina so ovurhonds stóra eginogn? Jú, við at hava havt einkarrætt til tryggingarvirksemi í meiri enn hálva øld og við viðtøkum fram til fyri einum ár síðan, sum forbjóðaðu vinningsbýti til eigararnar!

Tíbetur eru hesar viðtøkur nú broyttar, so fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, blivu 40 mió. kr. í vinningsbýti útgoldnar fyri roknskaparárið 2021. Men tað eru framvegis nevndarlimirnir í Betri-samtakinum og ikki umboðsráðslimirnir, sum avmarka upphæddina, sum verður útgoldin.

Hesar nevndarlimir skulu tey, sum verða vald av teimum 22, sum bjóða seg fram, velja. Hvønn velja tey og hvørjar treytir seta tey til tey valdu? Hetta eiga vit at fáa at vita, áðrenn vit velja umboðsráðslim/ir.

Niðanfyri sæst hugsburðsmunurin týðiliga millum kappingarneytarnar Betri og BankNordik hvat íð virðingini fyri eigarunum viðvíkur. (Eri ikki roknskaparkønur og vænti at frætta nærri, um feilur er).

Johan Petersen,
eri ikki uppstillaður, men var umboðsráðslimur 2012-18

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo