Konservativi Jim Jordan fekk ikki nokk av atkvøðum til at gerast nýggjur formaður í Umboðsmannatinginum.
Hesaferð atkvøddu 22 av hansara republikansku floksfeløgum nei.
Jordan, sum fær stuðul frá fyrrverandi forsetanum Donald Trump, royndi fyri aðru ferð at fáa tær neyðugu 217 atkvøðurnar, men bara 199 atkvøddu ja hesaferð, alt republikanarar, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo