Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin: Ársfrágreiðingin fyri 2023 er í dag handað Løgtinginum.

Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar. Eisini eru frágreiðingar, sum vórðu lidnar í 2023 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum.

Tvær greinar kunnu lesast í ársfrágreiðingini. Tann eina er um kunningarvirksemið hjá barnanna umboðsmanni í 2023 og hin um avgerðarhugtakið í fyrisitingarlógini.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 94 klagur í 2023. Av hesum 94 klagunum vóru 81 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 16 klagur frá undanfarnum árum.

Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum.

Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo