Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Vága kommunu í sambandi við eina umbøn um innlit í egið mál.

Vága kommuna svaraði ikki innlitsumbønini hjá klagaranum skjótast gjørligt og kunnaði heldur ikki klagaran um, nær avgerðin kundi væntast, tá ið 10 dagar vóru farnir, sambært § 16, stk. 2 í fyrisitingarlógini.

Harumframt sást ikki av latna innlitinum, hvussu nógv skjøl vóru í málinum tilsamans. Í kanning hjá umboðsmanninum frá november 2023 um viðgerð av málum um alment innlit í størru kommununum minti umboðsmaðurin Vága kommunu á lógarásettu krøvini til viðgerðartíð, at játtanarskriv eiga at sýna greitt, hvussu nógv skjøl eru tilsamans í málinum, og um innlit verður latið í tey øll.

Umboðsmaðurin gav tí Vága kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum og mælti kommununi til at dagføra mannagongdina fyri viðgerð av innlitsumbønum.

Ein borgari klagaði um, at Vága kommuna ikki svaraði hansara umbøn um innlit í egið mál.

Innlitsumbønin varð send kommununi, tann 5. apríl 2024, og varð ikki svarað fyrr enn seks vikur eftir, tá ið kommunan lat umboðsmanninum frágreiðing um málið. Kommunan sendi onga kunning um, at málið ikki kundi avgreiðast innan 10 dagar og orsøkina til tess. Harumframt sást ikki av latna innlitinum, hvussu nógv skjøl vóru í málinum tilsamans.

Í mannagongdini fyri viðgerð av innlitsumbønum hjá Vága kommunu stóð, at innlitsumbønir skuldu avgreiðast innan 10 yrkadagar. Hetta var ikki í samsvar við § 16, stk. 2 í innlitslógini og fyrisitingarlógini. Teir 10 dagarnir eru ikki at skilja sum einans yrkadagar. Allir dagar telja við. Harumframt er endamálið við ásetingunum í § 16, at innlitsumbønir eiga at verða viðgjørdar við einum serligum skjótleika og ikki uttan serliga orsøk taka longri tíð, enn neyðugt er.

Í kanning hjá umboðsmanninum frá november 2023 um viðgerð av málum um alment innlit í størru kommununum hevði umboðsmaðurin mint Vága kommunu á lógarásettu krøvini til viðgerðartíð, at játtanarskriv eiga at sýna greitt, hvussu nógv skjøl eru tilsamans í málinum, og um innlit verður latið í tey øll.

Umboðsmaðurin gav tí Vága kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum og mælti kommununi til at dagføra mannagongdina fyri viðgerð av innlitsumbønum. (LUM 24/11241)

Álitið í navnleysum líki kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo