![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Kolbrun.png)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Kolbrun.png)
Fróðskaparsetrið: Fýra valevni bjóðaðu seg fram sum umboð teirra lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Valúrslitið gjørdist hetta:
Kolbrún í Haraldsstovu, NVD 15 atkvøður
Ingun H. Söderqvist, NÁD 10 atkvøður
Bergur A. Dalsgarð, SFD 9 atkvøður
Tór Marni Weihe, NÁD 4 atkvøður
Sostatt gjørdist Kolbrún í Haraldsstovu umboð og Ingun H. Söderqvist varaumboð í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Kolbrún í Haraldsstovu er 23 ár og lesur lívfrøði á Setrinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo