Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ítróttarfeløg í Føroyum hava tey seinastu mongu árini havt møguleika at lønt starvsfólk skattafría løn. Framtil 2019 var upphæddin í mesta lagi 30.000kr árliga. Í 2020 øktist upphæddin við 20.000kr, so hon kom á 50.000kr.

Hettar hevur gjørt tað munandi bíligari hjá feløgunum í Føroyum at fáa fólk at arbeiða við ymiskum, ið ítrótturin hevur tørv á.

Í 2020 var tað fyrstu ferð, eg var við til at forhandla lønir og sáttmálar við komandi   starvsfólk hjá ÍF.

Eitt sum oftani var diskuterað, var forðingin, at starvsfólkini verða fyrst skattaði av allari upphæddini, fyri síðani at fáa restina útgoldna sum avlopsskatt í mars mánaða árið eftir.

Fyri løntakaran sum fær 50.000kr hevur hettar við sær, at í januar mánað mangla ca 2500kr, í februar mangla ca. 5000 kr osv. (Fótbólts feløg gjalda typiskt løn í 10 mánaðir) Frá tíð at síðsta lønin er goldin í oktobur, skal løntakarin bíða í 5 mánaðir, til hann far mestsum fulla upphædd. (Feriuløn verður útgoldin í mai)

Eitt er, hvat hettar ger við løntakararnar.
 
Niðanfyri eru tølini frá Taks, sum vísa á samlaðu lønarútgjaldingarnar gjøgnum § 29 b. Frá 2015 til 2019

2015    8.260.954
2016    8.133.810
2017    9.012.123
2018    9.927.110
2019    10.860.427

Sambært skattalógini, skal skattgjaldarin hava endurgjald fyri at hava goldið ov nógv í skat.

Sí lógina niðanfyri:

§ 79 3. stk. Tá ið avlopsskattur verður afturgoldin skattskylduga, verður goldið honum endurgjald svarandi til 4% av avlopsskattinum. Av avlopsskatti, ið stavar frá peningi inngoldnum eftir § 76, verður einki endurgjald latið.

Venda vit aftur til tær áður nevndu upphæddirnar, og leggja 4% omaná tey ca. 50%, sum eru kravd í skatti, far landskassin eina eyka rokning í miðal per ár á smáar 187.000kr

Ringir man til Taks og spyr um, man ikki kann fáa alt útgoldið so hvørt, far man at vita at hettar er ikki møguligt.

Hyggur man inná heimasíðuna hjá Taks, verður man kunnaður um, at man verður trektur fullan skat gjøgnum árið, og restin útgoldin í mars árið eftir.
Eisni stendur at lesa:

Til ber eisini at fáa frádráttin leypandi gjøgnum árið. Fyri at fáa frádráttin leypandi, skal man Fyrbils skráseta vantaðu samsýningina. Men hettar kan skjótt enda við skattasmek, sum dømini taks sjálvi koma við (tey kunna lesast her: www.taks.fo/fo/borgari/fradrattur/itrottafradrattur)

Tað má kunna bera til at fáa alla samsýningina útgoldna eina ferð um mánaðin.
Um so er at skipanin hjá Taks ikki er før fyri at taka hædd fyri slíkum, serliga  tá ið vit síggja ein eyka kostnað á 187.000kr í miðal per ár seinastu 5 árini.

Vinarliga
Georges Ísak Rouah

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo