Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Røða í Gulu Smiðju gamlaárskvøld 2023:

Vit standa á fortíðini, liva í nútíðini og eiga at slóða rásir inn í framtíðina. Vit standa á søguni, skapa søguna og eiga møguleikan at skipa eina framtíð, sum einaferð verður søga. Fyri góðum tveimum mánaðum síðan staðfestu funningsfólk, við einari standmynd í Húsabøi, landnáminum og fyrsta landnámsmanninum til heiðurs, at har tók dagsins samfelag síni fyrstu fet fyri áleið 12 hundrað árum síðan.

Avdúkingardagin loyvdi eg mær at endurgeva leysliga úr skaldsøguni “Um látur og gloymsku” hjá sálaða kekkiska rithøvundinum Milan Kundera, har hann rør framundir, at stríðið hjá menniskjum ímóti sitandi valdi ofta er hitt sama sum minnisins stríð ímóti gloymskuni. Tey, sum sita fyri valdinum, eiga amboðini, orkuna og statskynstrið at fabrikera nýggjar søgur, ið enda sum nýggj minnir, meðan tey gomlu verða foykt burtur - valdinum til fyrimunar. Menniskju, líkamikið hvørji tey eru, eiga kortini minnir, sum leggja slóðina eftir sær. Hesi finnast í skjølum, seinri í bókum, ið eru minnisgoymslur, okkum til fyrimunar, tí ilt er at vita, hvar ið tú stendur, kennir tú ikki søguna, og tað truplari er tað at navigera inn í framtíðina.

Søgan sigur okkum, at Eysturoyggin hevur verið ein meginbulur í gongdini tey fyrstu nógvu árini eftir landnámið. Táið Funningur og Skipanes eru partar av kommunu okkara, vendi eg aftur til hetta tema seinri.

Nú vit enn einaferð fara um eitt ársskifti, fara vit samstundis inn í tað seinasta árið hjá sitandi byráði. Bý- og bygdaráðsval vera aftur týsdagin hin 12. november 2024, um góðar 10 mánaðir, harvið vera tað onnur, ný- og endurvald, sum taka yvir á brúnni í Runavíkar býráði um hesa tíð um eitt ár.

Á miðnátt eru tað 8 ár síðan eitt einmælt býráð valdi meg til borgarstjóra. Tað var ein stórur heiður, men samstundis var tað mær greitt, at hetta var ein sera stór uppgáva, har ið avbjóðingar ikki fóru at skorta, - dag og nátt og gerandis og heilagt. Skotsmálini hava verið ymisk – alt frá rósi til óbegávað rakstrarróp á sosialum miðlum, men yvirhøvur hava vit ligið við framskrúvu, hóast onkur mistøk eru gjørd, sum danir plaga taka til: “Hvor der handles, der spildes”. Tað hevur verið nógv ferð á maskinarínum hesi árini, skift hevur fyri tað nógva verið millum fjórða og fimta gear, og tað leggur trýst á tær báðar skipaninar sum ein kommuna er, ta politisku og ta umsitingarligu. Í løtuni fyrireika vit annars at flyta umsitingina inn á Høgaból, meðan býráðsfundirnir longu eru fluttir inn í umvælda gamla skúlan á Glyvrum, sum stóð klárur til skúlabrúks í 1891.

Fyri 8 árum síðan lá nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu og riðaði báðumegin við eina álíkning – við skuldarmarkið. Tað gjørdi hon eisini í 2009 og í 2013. Stórar útbyggingar - og ikki minst yvirtøkan av eldraøkinum - vóru høvuðsorsøkin til táverandi støður. Politiskt hevur verið lagt nógv fyri at fáa skuldina niður á eitt hóskiligt støði aftur, og støðugar góðar búskaparligar tíðir hava hjálpt væl til, soleiðis, at skuldin nú er komin niður um eina hálva álíkning (47% av nýásetta skuldarmarkinum), hóast ein rættiliga stóran kommunalan aktivitet hesi árini. Av nógvum orsøkum er tað skilagott at ansa eftir skuldini. Tað ræður um ikki at flyta høgra fót fyrrenn vinstri fótur stendur tryggur í svørðinum. Skilagóðar ætlanir, sum eru til frama fyri lokalsamfelagið, kunnu bráðliga taka seg upp, tí ræður um altíð at hava ein trivaligan skáa. Rentan sum aftur var farin at eta burturav fænum er nú sambært forsøgnum steðgað aftur, og pr. 31. oktober í 2023 var nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu 125 mió. kr., meðan lániloftið – skuldarmarkið - er 256 mió. kr.

Nú vit fara inn í eitt nýtt fíggjarár kann staðfestast, at býráðið skrúvaði nakrar faktorar rætta vegin, táið fíggjarætlanin varð samtykt. Barnafrádrátturin hækkar við túsund krónum, úr 8 upp í 9 túsund krónur, sum er millum hægstu ásetingar í landinum. Spjaldrið (frítíðarkortið) verður víðkað til at vera galdandi fyri øll í aldrinum 0-18 ár, og upphæddin er enn hin sama – 2.500 krónur. Fyri áleið 15 árum síðan vóru normeringarnar á dagstovnaøkinum lækkaðar vegna neyðugar sparingar, nú vera tær lyftar upp á sama støði aftur, tvs., at hækkingin flytir seg frá 10,75 til 11 tímar fyri hvørt barnið í vøggustovum og frá 5,85 til 6 tímar fyri hvørt barnið í barnagørðum. Hildið verður annars fast við ta skipan á dagstovnaøkinum, at foreldur gjalda fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Kommunala skattatrýstið í 2024 verður hitt sama sum í 2023 – 21½ %.

Nú hevur fíggjarligt viðrák verið í meiri enn 7 ár – ikki minst eini vaksandi vinnu fyri at takka – men vit eiga ongantíð at gloyma tiltiknu kýrnar í dreymum Fárao. Fyrst tær prúðu og væl í holdum, tær sum løgdust at bíta sevgrasið, og so tær ússaligu og rakfalnu, sum gloyptu teimum fyrru av svongd og trega. Jósef týddi dreymin so vísiliga, at greining hansara gjørdist ein universellur sannleiki. At búskapurin gongur upp og niður tykist vera ein nátúrlóg á sama hátt sum sjóvarfall venda og at sinuskurvar sveiggja. Tí ræður um at fylgja bíbilsku ráðunum úr fyrstu Mósebók, har rátt verður til at hava okkurt at standa ímóti við, táið hallárini koma. Nú skal hetta ikki skiljast sum dómadagsprofeti, men tað ræður um at brúka common sense, vanligt vit og skil, táið ein fæst við almennan pening. Hyggja vit eftir gongdini hjá Runavíkar kommunu hesi seinastu 15-20 árini, so er tað ongantíð gingið aftur á, men onkuntíð hevur ongin vøkstur verið í inntøkunum millum ár, og tann støðan kann meiri enn so taka seg uppaftur. Verður rætt fyriskipað – ja, so megna vit eisini ta støðuna.

Hóast inntøkurnar hilnaðust væl í farandi árinum, hevur nakað av órógv verið á ymsum parametrum. Upsaveiðan hevur verið svikalig, hetta ávirkar av álvara flakavinnuna, sum kortini hevur tikið avgerð um at smíða tveir nýggjar trolarar til virkið her í býnum. Tað gleðast vit almikið um. Órógv hevur verið kring um alivinnuna, serliga um tøkugjøldini, menn á politiska parnassnum ríða ikki sama dag sum teir saðla, men vónandi finst ein nøktandi loysn á hesum málinum sum skjótast. Havnastongsulin hevur sviðið hjá nógvum í tænastuvinnuni, og Runavíkar havn hevur tí eisini eitt verri fíggjarligt úrslit enn væntað í 2023. Ein bati er tað kortini, at ferðamannaskipini nú aftur fjølgast við bryggjurnar og bygdirnar norðanfyri. 20 skip hava boðað frá komu í 2024, og longu nú hava 19 skip boðað frá komu í 2025.

Ein kommuna, sum ikki ger íløgur stútt og støðugt, smokkar spakuliga sum ein dinusaurur í mýrulendinum. Íløguskráin hjá Runavíkar kommunu er at kalla endaleys. Í fíggjarætlanini fyri næsta árið sæst, hvørjar raðfestingarnar eru eitt ár fram. Svimjihøllin væntast at vera klár at svimja í fram á várið 2025. Syðri parturin av Fjøruvegnum verður boðin út einaferð í árinum sum kemur. Bólkar sita og fyrireika bygging á skúla- og dagstovnaøkinum og aðrar smærri verkætlanir eru á veg kring um í kommununi. Á privata marknaðinum hoyra vit nú aftur um verkætlanina við nýggjari turrdokk hjá Mest á Skála, um orkuterminal í Søldarfirði, um íbúðarbyggingina uppi í Leitinum og ivaleyst fara broytingar at henda framvið havnarlagnum her í býnum, sum árið í heintu fer at skríða fram dag eftir degi.

Útlitini eru rímilig – ongin orsøk er til ótta – tað ræður bara um at navigera eftir kringumstøðunum.

Tað ber illa til at siga nakað gamlaárskvøld uttan at hyggja út um landoddarnar. Havi áður umrøtt røðuna hjá gamla generalinum Charles de Gauelle, sum gamlaárskvøld í 1967, í sjónvarpaðari røðu, segði: „L´année mille neuf cent soixante-huit, je la salue avec sérénité.“ „Eg bjóði árinum 1968 vælkomnum við friði í sálini.“ Synd er at siga at friður valdar í heiminum í dag. Europa er kringsett av ófriði. Libya liggur skipanarleyst í ófriði, Miðeystur stendur í einum eldi, Ukraina verður í løtuni bumbað sum ongantíð fyrr á hesum sinni og skjótt fara vargarnir at bítast um virðini í arktiska økinum. Øll skilja ísraelsku hevndina í Gaza, fyri Hamas álopið hin 7. oktober, men nú kennist tað sum, at allur proportionalitetur er farin úr kíkinum har hevnd og atsókn møtast. Italiumaðurin Giuliano da Empoli, sum skrivaði skaldsøguna “Gandakallurin í Kreml”, heldur, at táið Putin lat hin svarta labradorin Connie sleppa inn í rúmið, har ið hann fundaðist við samveldiskanslaran Angelu Merkel, hann visti at hon ræddist hundar, tá sást longu, at maðurin var ikki staddur innanfyri nøkur mørk. Hundurin umboðar tað sannroynd, at maðurin ikki longur spældi eftir reglunum hvørki diplomatiskt ella hernaðarliga. Kaos og tað óvæntaða var hansara skjaldramerki, og varð tað hildið neyðugt, kundi hann gerast brutalur og harðrendur. Søgan síðani er sorgarsøgan um ein nationalstat í Europu, sum stendur undir bumburegni úr einum grannastati tíma fyri tíma. Verðin venar seg, nú nýggjar alliansur, við vápnum og fíggjarligum trýsti, daga undan í havsbrúnni. Vónandi taka hesir illrísnu menn seg saman í nýggja árinum og leggja vápnini, til mikla sorg fyri vápnasmiðirnar, sum sjáldan hava havt betri dagar enn tað sama.

Frá nútíð til fortíð og aftur til framtíð. Hósdagin í vikuni skrivaðu kommunan og Pf. Egilsgarður í Tórshavn undir sáttmála um, at Runavíkar kommuna keypir víkingagarðin, sum hin sálaði Poul Hansen, advokatur, ætlaði at seta upp omanfyri bygdina í Kvívík. Samráðst hevur verið leingi um málið, aðrir partar hava eisini havt áhuga, men á býráðsfundinum hin 2. november í ár tók býráðið einmælt undir við at keypa víkingagarðin, sum ætlandi verður settur upp á Skipanesi. Ongin slíkur finst í Føroyum, og umráðandi hevur verið fyri seljara og keypara, at garðurin verður ein heild, soleiðis at tað sæst hvussu føroyingar hava búleikað frá landnáminum og væl fram í tíð. Kommunan keypti Skipanes fyri nøkrum árum síðan, og ein meiri hóskilig staðseting finst neyvan í landinum. Verri er tað ikki søguliga, at Tróndur eftir øllum at døma hevur havt skip og bátar liggjandi á staðnum, heldur enn á brimplássunum hinumegin Eiði. Var ikki nóg kyrt undir Skipanesi legði hann yvir um fjørðin, og legði skip og bátar fyri íla á Akkersvík. Umframt tað mentanarliga og søguliga í hesum átakinum fer hesin Víkingagarðurin á Skipanesi ivaleyst at vera til frama fyri ferðavinnuna í økinum.

Vit fara nú inn í eitt valár. Kvinnur og menn fara at egna við alskyns lyftum, um ráðini eru til tey ella ikki, tað fær meg at hugsa um hesi orðini í tíggjunda tátti í Illionskvæðinum hjá Homeros: “Fylgir á ferð mær Odysseus, um so gjøgnum logandi eldar, koma vit heilir av ferð, tí ráðsnildur er hann sum fáur.”

Við hesum ynski eg tykkum øllum eitt eyðnuberandi nýtt ár.

tórbjørn jacobsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo