Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Veiða uppá roynd fyri svartkalva. Miðalveiðan fyri 1995-2021 (stiplaða linjan) var 115 kg um tíman. Í ár var veiðan 106 kg um tíman

Veiða uppá roynd fyri svartkalva. Miðalveiðan fyri 1995-2021 (stiplaða linjan) var 115 kg um tíman. Í ár var veiðan 106 kg um tíman

Havstovan: Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022. Fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma (sí mynd niðanfyri). Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskaði 115 kg av svartkalva um tíman, so í 2022 var veiðan eitt vet undir miðal.

Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákup Sverra áðrenn fráferð, bleiv túrurin einans 3 dagar langur og ikki 6 sum ætlað. Av tí sama vórðu einans 11 støðir tiknar og tær vóru allar eystanfyri. Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.

Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995. Á hesum túri verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar og botnhitin er vanliga um 1-2 °C.

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Veiða uppá roynd fyri svartkalva. Miðalveiðan fyri 1995-2021 (stiplaða linjan) var 115 kg um tíman. Í ár var veiðan 106 kg um tíman

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo