Eg havi sitið á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík síðani í gjár. Nógv gott at hoyra, men eisini mangt, sum undrar oyra. Ein fyri og (onnur) eftir fara, kropp á kroppi, upp á røðarapallin. Kappast um at tosa, sum um allur heimurin er, og vildi verið, ein friðarlig Oasa, ”um bert einki Ísrael var”.
Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men:
-
”Gloyma” 7. oktobur 2022.
-
”Gloyma” terroristarnar, eisini teir, sum vóru løntir av UNRWA (ST).
-
”Gloyma” óndskapartunlarnar.
-
”Gloyma” meginpartin av teimum 120.000 runt heimin, sum einans í 2022 doyðu av krígsávum.
-
Siga ikki eitt orð um terroristarfelagsskapir og terrorstatir - Hamas, Hutu, Hizbolla, Iran, Norðurkorea- og vit kundu hildi á.
-
Siga ikki eitt orð um tíggjutals onnur kríggj, sum dagliga herja heimin (182 vápnaðar konfliktir leikaðu í í 2022).
-
Siga ikki eitt orð um tey 20.000, sum dagliga doyggja runt heimin av hungri. Doyggja, ikki tí matur manglar, men av líkasælari raðfesting og gramni.
-
Siga ikki eitt orð um tey, hvørs heimlond eru í totalari upploysn av borgarakríggi, eitt dømi er Sudan.
Eg steðgi her, men undrist framvegis!
Undrist yvir, hvussu smalur sjónarringurin, og harvið veruleikin, bráddliga kann gerast, serliga hjá fólki, sum siga seg brenna fyri tí veika, honum og henni, sum órætt líða.
Jenis av Rana
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo