Hagstovan: Í juli í ár vóru knappliga 31.300 gistingar á føroysku gistingarhúsunum.
Tað eru góðar 10.200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli við sløkum 36% í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.
Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo