Um 100 hval løgdu beinini í Sandavági og verða hvalirnir sleipaðir á Miðvág, har skorið verður upp.
Beint fyri klokkan sjey í morgun boðaði ein bátur úr Miðvági á veg til útróðrar frá, at ein grind lá tveir fjórðingar suður úr Presttanga, skrivar Portal.fo.
Fyri løtu síðani segði Finnbogi Midjord sýslumaður við útvarpið, at grindin nú er komin inn um Presttanga og gongur í tveimum bólkum. Einir 10 bátar eru hjá grindini, sum ikki er stór.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo