Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Runavíkar kommunu, eins og í øðrum kommunum, átti tað at verið uppgávan hjá kommunustýrislimum at hildi borgarstjóran í tjóðri. “Valhalla, ulven er løs” var teknirøðslýsing fyri 40 árum síðan. Her er sama støða.

Í fjør fekk OCD eitt byggiloyvi.

Á fundi 31. mars 2022 spurdi eg Tóra Højgaard, um hann hevði givið byggiloyvi til grevsturin, sum tá var ávegis. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, gjørdist skakkur og var leysur úr stólinum, men segði onki.

Tóri segði seg ikki hava givið loyvið. Aftaná henda fund fekk OCD byggiloyvi, sum nú er annulera.

Veit ikki, um tað var Tóri Højgaard ella borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, sum avreiddi hetta.

Grannin, sum ikki varð hoyrdur, setti seg í samband við kærunevndina í lendismálum. Kærunevndin ógildaði byggiloyvi.
 
Loyvið varð givið í øki, har ætlaða byggingin ikki var loyvd.

Síðan varð roynt at broyta byggisamtyktina, uttan at spyrja grannan.

Hetta skuldi fyri á fundi, men varð tikið av skrá.

Viðferðin grannin hevur fingið frá kommununi er syndarlig. Er hon nevnd, so er hon kend, og hon hevur verið ein slóðbrótari í lokala umhvørvinum.

Havandi í huga tað stóra arbeiði viðkomandi hevur gjørt fyri økið, má tað sigast at vera vánaligt handalag.

Støðan, sum nú er íkomin, er keðilig fyri allar partar.

Men hetta verður úrslitið, tá hundaførarin sleppur endanum.

Fløkjan verður ikki lættari at greiða, tá kommunustýrislimir ikki møta á fundi, og sostatt trýsta onnur til at taka avgerðir.

Alt hetta hendir, tí at kommunustýrislimirnir ikki gera tað, tey eiga at gera. Málið er sera einfalt.

Havi illgruna um, at tað eru fleiri “kokkar” í hesum máli.

Eigarin av OCD hyggur ikki uppá meg.

Eg vil ikki hava skyldina, bara tí, at eg sigi frá á rætta stað.

Tað eru eisini onnur, sum hyggja aðrar vegir.

Øll ræðast borgarstjóran.

Kommunan verður á henda hátt meira og meira korrupt.

Fleiri og fleiri arbeiðstakarar verða bidnir undirhonds. Ongin stjóri, sum hugsar um sína fyritøku, hevur ráð at gera seg ópopuleran.

Og alt tí at tey fólkavaldu sleppa endanum.

Ikki eru øll líka væl egnaði at sita í einum kommunustýri.

Kanska eru fleiri betri egnaði at sita saman við Magnus Rasmussen enn við Tórbjørn Jacobsen.

Jonhard Danielsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo