Bindifestivalurin: Í dag letur forkunnuga Ullarteltið upp í Fuglafirði við yvirskriftini ’Ull er Føroya gull – hava vit gloymt tað?’. Tað er í sambandi við Bindifestivalin, sum verður í døgunum 20.-22. apríl, at Ullarteltið letur upp, og tað er alment og ókeypis.
Teltið er opið hvønn dag frá kl. 10-17. Verkstovur á hálvan tíma hvør, byrja kl. 11 og verða á skrá gjøgnum allan dagin til kl. 16.
Stórar mongdir av vaskaðari og óvaskaðari ull verða at síggja, lukta og føla í Ullarteltinum. Tað verður gjørligt at royna seg við at karða, spinna við handsnældu, binda beint úr ull og at nappa ull undir kønari leiðslu av verkstovuhaldarunum.
Fyriskipararnir bjóða øllum føroyingum inn í Ullarteltið í Fuglafirði, sum verður fylt við Føroya gulli hesar dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo