Ein av teimum fýra varaorkuráðharrunum í Ukraina varð í dag varðhaldsfongslaður fyri korrupsjón. Tað skrivar Reuters.
Sambært ákæruvaldinum í Ukraina er tann handtikni undir illgruna fyri at hava fingið hálva millión dollarar í mutri.
Ein kanning hevur avdúkað, at fleiri persónar hava skipað fyri at smugla námsútgerð frá einum ríkisáttum kolnámsfelag út úr bardagaøkinum í Donetsk.
Sambært Telegram er talan um Oleksandr Valerijovitj, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo