Ukraina hevði vunnið kríggið skjótari, um loyvt var at bumba mál djúpt inni í Russlandi við vesturlendskum vápnum.
Tað sigur ovastin í ukrainska herflotanum, Oleksij Nejizjpapa, í eini samrøðu við Sky News.
Sambært varaadmiralinum hevði gongdin í krígnum verið nógv øðrvísi, um ukrainskar deildir høvdu fingið loyvi at brúkt vesturlendskt lóður uttan avmarkingar longu frá byrjan, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo